Heimurin fyri 1914 er ein samvirkin grundbók og arbeiðsbók til lærugreinina søga á miðnámi. Aftrat grundtekstinum er nógv keldutilfar, samvirknar tíðarlinjur, videosamrøður, sitatir, myndir, kvissir, tøl og hagtøl. Bókin lýsir ymsu evnini úr ymsum sjónarhornum, sum birtir undir kjak og djúphugsan hjá næmingunum.
Bókin er týdd úr donskum eftir Verden før 1914 - i dansk perspektiv. Vit hava roynt at tillaga tekstin soleiðis, at hann í størri mun er úr einum føroyskum sjónarhorni, umframt at vit hava lagt tríggjar kapitlar við føroyskari søgu aftrat teimum níggju, sum vóru í donsku útgávuni.
- 300 arbeiðsspurningar
- 250 myndir og tekningar
- 600 orðafrágreiðingar
- 39 videobrot
- 14 samvirknar uppgávur
- 2 samvirkin kort
- 9 samvirknar tíðarlinjur
- 200 keldutekstir, myndir og talvur, sum byggja undir frásøgnina
- 350 síður