Landsroyndirnar vóru fyrstu ferð hildar í 2008 og hava verið hildnar á hvørjum ári síðan.
Á hesari síðu og undirsíðunum til hana verða alt tað samlað, sum hevur okkurt við landsroyndirnar at gera.
Almennar viðmerkingar
Sambært § 14, Stk. 5 í løgtingslóg um fólkaskúlan skipar landsstýrismaðurin, eftir nærriásettum reglum, fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4.og 6. floks stigi. Landsroyndirnar skulu saman við støðuroyndum vera ein liður í arbeiðiskúlans at eftirmeta undirvísingina. Í lógini er eisini ásett, at foreldrini skulu verðakunnað um úrslitini av lands-og støðuroyndum.
Endamál
Endamálið við lands-og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum,lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum, og at geva lærarum ogskúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisiniskal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstakanæminginum. Eisini er málið við lands-og støðuroyndum at styrkja eftirmetingarskipaninaí skúlunum.
Harumframt eru landsroyndirnar ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjámyndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirraegna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum ílandinum.