Skúli og undirvísing
Heimasíður
Útgávur
Grót og steinar í Føroyum
Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar,…
Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð…
Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.
Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort,…
Íbúgvaviðurskifti
Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann…
Vinnubýti
Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá vinnulívsviðurskiftum og vinnuhagtølum. Heftið…
Fiskivinna
Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og…
Hav- og landbúnaður
Arbeiðshefti til 6. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, sum eggja næmingunum sjálvum at eygleiða og kanna ymisk viðurskifti. Stutt søguligt yvirlit er yvir…
Íðnaður, handverks- og byggivinna
Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til…
Flutningur og samferðsla
Arbeiðshefti til 8. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Stutt søguligt yvirlit er yvir flutning fyrr í tíðini, yvir politiska orðaskiftið um samferðslu um miðju 20. øld og um samferðslu og flutning nú.…
Orka og fjarskifti
Arbeiðsheftið til kapittul 9 í Árbók fyri Føroyar. Heftið er um orkuframleiðslu, orkukeldur og altjóða royndir at fyribyrgja dálking. Eisini verður greitt frá telesambandi og postflutningi, og…
Handil, privatar og almennar tænastur
Arbeiðshefti til 10. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Greitt verður frá um vinnumentan í søguligum høpi, vinnumenningina í Føroyum og tænastu- og kunningarsamfelagið. Nógvar uppgávur og spurningar…
Lyklatøl um Føroyar
Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja "Árbók fyri Føroyar", so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur,…
Kirkjumál
Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. hesi evni: Hvat ger fólkakirkjan? Hvør er limur í fólkakirkjuni? Hvat gera…
Á sínum mongum ferðum í Paraguei, hevur Flemming Petersen havt nógv samband við achéindiánarnar. Achéindiánarnir, sum fyrr livdu úti í skógunum, búgva nú í legum; men við hvørt fara teir inn í…
Bókin er um tað árið, Flemming, 19 ára gamal, var á einum bóndagarði í Paraguei. Hann búði saman við paragueium og livdi sum teir. Meðan hann var har, skrivaði hann dagbók. Við støði í henni…
Bardagi gudanna
Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá,…
Íbúgvaviðurskifti 2.2
Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar…
Ferðin um havið
Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum…
Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur…
Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar.
Um Evropa verður farið til…
Heimurin 1.
Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…
Heimurin 2
Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…
Heimurin 3
Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…
Heimurin 4
Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…
Heimurin 5
Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…
Heimurin 6
Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…
Heimurin 7
Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…
Heimurin 8
Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.
Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

































