Skip to main content

Starvsfólk til námsætlanararbeiði í Námi

28.05.2024

Vit leita eftir einum starvsfólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni at arbeiða við námsætlanum til skúlaverkið. Starvið verður sett 1. august 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv í trý ár til 31. juli 2027.

 

Tann setti/-a verður partur av námsfrøðiliga menningartoyminum í Námi. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Um starvið

Tann setti/-a skal virka fyri at dagføra, menna, miðla og verkseta námsætlanir, leiðbeiningar o.a. tilfar í samstarvi við viðkomandi fakbólkar. Umráðandi er eisini, at tann setti/-a kunnar seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á skúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og starvsroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi. Umráðandi er eisini, at tann, ið sett/-ur verður:

  • hevur innlit í og holla vitan um føroyska skúlaverkið
  • er skjót/-ur at seta seg inn í nýggj fakøki
  • hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum og donskum, bæði munnliga og skrivliga
  • hevur góðar kt-førleikar
  • hevur góð samstarvsevni og trívist í samstarvi við skiftandi fakbólkar
  • er tænastuhugað/-ur, fleksibul og miðvís/-ur
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og er væl skipað/-ur.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn, saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. juni 2024 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira