Skip to main content

Altjóða Pi-dagur

10.03.2023

Týsdagin 14/3 er altjóða Pi dagur, Pi er ein støddfrøðilig stødd sum ikki broytist, pi er =3,14 ella 22/7. Dagurin verður eisini hildin 22/7.

Hvat er so Pi?

Pi er lutfallið ímillum ummálið og tvørmálið  á einum sirkli, tað merkir, at tekur tú allan sirkulin og býtir hann við tvørmálinum á sirklinum kemur tú til pi.  Pi verður skrivað við grikska bókstavinum π sum er bókstavur nr. 21 í grikska stavraðnum.

Tað var grikkin og støddfrøðingurin Archimedes, sum livdi frá uml. 287 f. Kr. til uml. 212 f. Kr., sum roknaði seg fram til Pi.

Sum støddfrøðingur arbeiddi Archimedes leingi við lutfallinum ímillum ummálið á sirklinum og tvørmálið. Hann byrjaði við at konstruera ein líkasíðaðan sekskant inni í sirklinum. Archimedes setti síðurnar á sekskantinum til at vera líka langar sum ummálið á sirklinum. Hann var tó ikki heilt nøgdur, tí hetta var ikki nóg neyvt. Tí gjørdi hann sekskantin um til ein tólvkant og síðani til ein fýraogtjúgukant, og soleiðis arbeiddi hann seg fram til eitt pi, sum var heilt nær tí pi-i, sum vit kenna í dag .

 

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi