Skip to main content

Lær at nýta mitCFU

14.02.2023

Ein vegleiðing er nú tøk til mitCFU, har brúkarin stig fyri stig kann læra seg at nýta skipanina.

MitCFU er læniskipanin hjá Námi. Tað er ein talgildur pallur, ið allir lærarar og næmingar hava atgongd til. Í mitCFU ber til at læna ymisk sløg av undirvísingartilfari, so sum bøkur, filmar, e-bøkur, sjónvarpssendingar og flokssett. Harafturat kunnu lærarar fáa íblástur til undirvísingina frá námsfrøðiligum vegleiðingum og CFU-overlays. 

Ein vegleiðing er nú tøk til mitCFU, ið ætlað øllum, ið hava atgongd til skipanina. Í vegleiðingini verður brúkarin tikin við í gjøgnum mitCFU og kann stig fyri stig læra at nýta skipanina. Her lærir brúkarin at nýta høvuðsfunkurnar, sum eru at rita inn, læna bøkur, e-bøkur og filmar, læna til næmingarnar og fáa yvirlit yvir lænt tilfar. Vegleiðingin vísir eisini á aðrar hentar funkur í skipanini, millum annað hvussu ein finnur undirvísingartilfar til ávísar lærugreinar, hvat slag undirvísingartilfar talan er um og hvussu tilfarið kann nýtast sum íblástur.

Vegleiðingin til mitCFU liggur her: www.nam.fo/mitcfu  

Er tørvur á meira hjálp ella vegleiðing, ella er tykkara skúli áhugaður í eini framløgu ella skeiði í nýtsluni av mitCFU, eru vit altíð til reiðar at koma á vitjan. Eru spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kt-ráðgevarnar ella skúlabókavørðin á Námi. 

Kt-ráðgevingin á Námi: 

Telefon: 665161 - teldupostur kt@nam.fo

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi