Skip to main content

Les ONKI við næmingunum

10.08.2023

Nám hevur flokssett av ONKI, sum Tjóðpallur Føroya framførir í næstum.

Skrivað hevur Lis í Jákupsstovu, bókavørður.

 

Janne Teller gav í 2000 út ungdómsskaldsøguna Intet, sum Oddfríður Marni Rasmussen týddi til føroyskt í 2013. Leygarkvøldið 12. august 2023 verður frumsýning á Tjóðpalli Føroya av leikinum, sum byggir á skaldsøguna, og sum Pelle Koppel hevur gjørt til leik.

Skaldsøgan Onki hevur vunnið virðislønir og fekk sera nógva umtalu, tá hon kom út. Á heimasíðuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur soleiðis um bókina:

Bókin er ein eksistentiel frásøga um meiningina við lívinum ella heldur vantandi meiningina við lívinum.

Tað er vegna meiningsloysi, at Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokk, fer upp í eitt træ at seta seg og at tveita blommur eftir floksfeløgunum og eisini at tveita uppáhald niður yvir tey um, at onki hevur týdning.

Tá ið Pierre Anthon reisir seg upp í flokkinum og fer, letur hann hurðina standa á gloppi, og harvið hevur hann bjóðað hinum av:

“Hurðin smíltist. Hetta var fyrstu ferð, eg sá hana gera tað. Pierre Anthon læt hurðina standa á gloppi sum ein grínandi gákur, ið kundi gloypa meg, læt eg meg freista til at fara aftan á honum út. Hvønn smíltist hon til? Til mín, til okkum? Eg hugdi runt í flokkinum, og tann tunga kvirran segði mær, at hini eisini høvdu lagt hetta til merkis.”

Hetta egið, sum sigur frá, er gentan Agnas, og saman við hinum floksfeløgunum fara tey undir eitt satt sisofysarbeiði at savna saman prógv fyri, at okkurt hevur týdning. Endamálið er sjálvsagt at fáa Pierre Anthon niður úr blommutrænum.

Í Námi eru flokssett til láns bæði av donsku útgávuni Intet og av føroysku útgávuni Onki. Harafturat er danski filmurin Intet tøkur at stroyma á mitCFU. Filmurin er frá 2022 og varir 87 minuttir.

Í mitCFU eru eisini leinki til leiðbeiningar til tilfarið og uppskot til undirvísingargongdir. Tilfarið er mett at vera hóskandi til 8.-10. flokk.

Sí tilfarið á https://nam.mitcfu.dk/CFUFH1690010666

Tjóðpallur Føroya

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi