Skip to main content

Pangea støddfrøðikapping

12.01.2023

Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa við tilsamans 400.000 luttakarum.

Fyri 350 milliónum árum síðani var bert eitt meginland á jørðini, hetta nevndist Pangea. Fyri 200 miliónum árum síðani, byrjaði meginlandið at taka seg sundur í  tveir partar, norðara part og sunnara part og hevur síðani spakuliga tikið seg sundur til tað, sum tað er í dag.

Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa við tilsamans 400.000 luttakarum. Pangea verður ikki skipað á sama hátt í øllum londum. Í Íslandi er hon bert fyri 8. og 9. flokk. Í Noregi verður Pangea-kappingin hildin úr 3. - 6. flokk í sambandi við Abel-virðislønina.

Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar úr 3. til 9. flokk, sum eisini gevur næmingum møguleika at knýta vinabond og fáa íblástur og stimbur frá líkasinnaðum javnaldrum.

Pangea-Føroyar bleiv sett á stovn 18. novembur í 2018.  Trý ár frammanundan var kappingin fyri fyrstu ferð, og hon var tá á donskum. Alt arbeiði sum verður gjørt í Pangea er ólønt arbeiði, men Pangea fær góðan stuðul bæði frá tí almenna og tí privata og hjálp áhugaðum einstaklingum.

Í døgunum 11. januar til 13. januar sita ikki minni enn 1157 luttakarar úr 3. - 9. flokk frá 13 føroyskum skúlum og loysa  Pangea-uppgávur.Tíggju næmingar frá hvørjum árgangi koma víðari til hálvfinaluna, sum verður hildin í Eysturskúlanum í Havn 11. februar. Vinnararnir í hálvfinaluni, fimm næmingar frá hvørjum árgangi dystast víðari í finaluni í Norðurlandahúsinum 25. mars.  Allir luttakararnir í finaluni fáa heiðursbræv, og vinnararnir fáa eina snøgga glasplátu til minnis um sigurin umframt ymiskar aðrar vinningar.

Ímeðan  luttkararnir  loysa uppgávur bæði til hálvfinaluna og finaluna, bíða spent  foreldur, systkin og onnur avvarðandi uttan fyri dystarhølið, har tey fáa høvi at royna seg við somu uppgávum sum luttakararnir. Prátið gongur væl, og dúgliga verður kjakast um loysnir á uppgávunum. Møguleiki er eisini at telva, práta ella fáa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.  Alt í alt tveir sera hugnaligir dagar.

Við Pangea-støddfrøðikappingini vilja vit vísa á, at støddfrøði kann væl vera stuttlig. Í tí sambandi er ein annar týðandi boðskapur í okkara arbeiði: ”Ótti fyri støddfrøði er ógrundaður; øll kunnu eydnast.”

Luttakarunum verður ynskt góðan arbeiðshug - alt tað besta við kappingini í 2023.

 

Uppgávudømi:

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi