Skip to main content

Rúm fyri læring – læring í rúminum.

19.10.2023

Tá eg í 2022 luttók á Lærfest í Århus, snúði ein av framløgunum eg var til seg um heitið á greinini í dag. Ein orðing ið alt fyri eitt fangaði áhuga mín var, at rúm samskifta.

Skrivað hevur Jórun Vedelsbøl

Flokshølini í skúlunum kring landið samskifta hópin av boðskapum til næmingarnar um ávísan atburð og ávísa tilgongd til læring.  Eru vit sum undirvísa í nóg stóran mun tilvitaði um hetta samskiftið og hvørs tað stuðlar tilgongd okkara í undirvísingini ella tað beinleiðis er í  andsøgn við hana?

Rikke Egeberg, námsfrøðiligur ráðgevi, CFU orðar seg m.a. soleiðis í grein síni, “Vis mig dit klasseværelse og lad mig gætte, hvordan du underviser”:

Rigtigt mange klasselokaler ser ud som de har gjort i mange, mange år. Rummet domineres af borde og stole, og en klassisk indretning vil typisk sikre, at alle eleer forhodsvis nemt kan kigge i samme retning. Mod læreren, tavlen.

Rum er mere eller mindre kodet. Der ligger i indretningen en implicit fortælling om, hvilken adfærd og hvilke handlinger der er mest fremtrædende og måske også mest ønsket. Men måske er denne “kodning” en arv fra en tid med en anden pædagogisk tænkning mere end en aktiv, fælles beslutning som team omkring klassen?

Siðbundnu flokshølini umboða sambært Rikke Egeberg fyri ein stóran part eina áskoðan um: at vit øll læra á sama hátt; at vit øll hava tørv á somu vitan samstundis og at lærarin fer at geva okkum tí vitan, okkum tørvar. Hølini samskifta væntandi atburð um at øll gera tað sama; at vit eru friðarlig; at tað bert verður tosað, tá ein verður spurdur og at ein ger, sum ein verður biðin.

Er hetta didaktiska og námsfrøðiliga tilgongdin, vit sum lærarar anno 2023 meta, í størsta mun umboðar tilgongd okkara til læring?

5. oktobur hevði Rikke Egeberg, námsfrøðiligur ráðgevi, CFU skeið á Námi við heitinum á nærverandi grein.

Rúmið í luttakararnir traðkaðu inn í samskifti greitt, at her var fyrireikað til tað, ið skuldi henda. Karmarnir vóru gjørdir sjónligir og ítøkiligir. Tað í sjálvum sær sendir ein boðskap um virðing fyri tíðini, ið luttakararnir hava sett av til at koma á skeið – ikki nýtist siga, at tað sama er galdandi fyri næmingar, ið traðka innum í flokshølinum í fólkaskúlanum.

At brúka rúmið sum viðspælara í undirvísingini, nýtist ikki vera kostnaðarmikið – fortreytin fyri hesum er ikki ein nýggjur arkitektteknaður skúli.

Skeiðið legði lunnar undir eini tilgongd til at brúka hølið, náttúru, umstøður sum námsfrøðiligan viðspælara í undirvísingini – eitt nú gjøgnum ástøðilga tilvitan um, funktionella koting.

Skeiðið gav einum evni talutíð, ið er sera viðkomandi fyri allar undirvísarar. Eg fari at runda greinina av við hesum spurninginum, ið námsfrøðiligi ráðgeving setti í grein síni:

Der kan ligge et stort potentiale i at stille skarpt på indretningen, når man taler faglig udvikling og klassetrivsel. Stille sig selv spørgsmålet: Hvor god sammenhæng er der mellem den måde, vi indretter vores klasse på, og de handlinger vi ønsker at se?  Hvordan ser god undervisning anno 2023 ud? Hvad skal vores fag? Kan man se det hos os?

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi