Skip to main content

Størri faklig úrtøka og betri trivnaður - við Cooperative Learning.

07.11.2022

Cooperative Learning (CL) er læring í smáum bólkum. Háttalagið er grundað á sosialkonstruktivistiska áskoðan, at vit læra í samskifti við onnur. Við tað, at vit orða okkum, greiða frá og kjakast í samskifti við onnur, eru vit virkin liður í gongdini at gera fakliga innihaldið til okkara.

Í verandi námsætlanini í enskum stendur m.a. at lesa: Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læruhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum.”

”Í lærugreinini verður talað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.”

Um endamálið við frálæruni í enskum og øðrum fremmandamálum er, at næmingurin skal tilogna sær førleikar í samskifti, má undirvísingin verða skipað á ein hátt, ið gevur møguleika fyri júst hesum. Tað er ikki nøktandi at læra um málið, um ein skal læra at brúka tað – so má ein sleppa at royna seg við hesum.

Cooperative Learning (CL) er læring í smáum bólkum. Háttalagið er grundað á sosialkonstruktivistiska áskoðan, at vit læra í samskifti við onnur. Við tað, at vit orða okkum, greiða frá og kjakast í samskifti við onnur, eru vit virkin liður í gongdini at gera fakliga innihaldið til okkara.

Stóri munurin millum CL og siðbundið bólkaarbeiði er at finna í strukturunum, ið eru grundin undir CL. Strukturarnir byggja á fýra meginreglur:

1. Samstundis samskifti, har lagt verður upp til, at flest møguligir næmingar eru virknir í senn. Í málundirvísingini merkist hetta serstakliga væl í mun til vanliga floksundirvísing, har næmingar ofta mugu bíða í langa tíð fyri at sleppa framat at orða seg. Við CL samskifta í minsta lagið 25% av næmingunum í senn og ofta 50%.

2. Javnlíkt íkast, har strukturarnir eru skipaðir á ein hátt, so íkastið hjá øllum verður javnt býtt í tíð ella uppgávum. Aftur kunnu vit taka vanliga floksundirvísing sum dømi um tað mótsatta, har næmingarnir skulu kappast fyri at sleppa framat at fáa orðið, og tað mangan er so, at teir næmingar, ið hava størsta tørvin á royndum við at orða seg, siga lítið fyri ikki at siga einki.

3. (Jaligur) Innanhýsis bundinskapur,har strukturarnir eru skipaðir so, at íkastið hjá hvørjum einstakum næmingi í bólkinum er neyðug fyritreyt fyri at loysa uppgávuna, bólkurin hevur fingið. Hetta ger, at hvør næmingur er áhugaður í og hevur tørv á at hoyra, hvat hvør einstakur í bólkinum hevur at luta og ikki bert at lutað egið íkast.

4. Einstaklingaábyrgd, har strukturarnir eru skipaðir so, at hvør einstakur næmingur hevur virðismiklan leiklut í samlaðu myndini. Eingin kann melda seg úr, uttan at hetta fær ítøkiligar avleiðingar fyri bólkin. Allir næmingar uppliva, at tað verður lurtað eftir teimum, at orð teirra verða tikin í álvara - at tað er tørvur á íkasti teirra.

Uttan fakligt innihald er ein strukturur ein háttur at skipa samskiftið millum næmingar. Sum útgangsstøði kunnu allir strukturar nýtast í øllum fakum.

Tað eru serliga trý jalig afturljóð, ið eg havi royndir við, at næmingar geva, tá vit eftirmeta, hvussu er at arbeiða við CL úti í flokkunum: samstarv við allar floksfelagar; hópur av samskifti á málinum, teir skulu læra, og rørsla sum integreraður táttur í tímunum.

Cooperative Learning gevur meining. Ikki minst í eini samtíð, har mistrivnaður millum børn og ung er so nógv á dagsskrá, sum tað er. Tað er ongantíð ov seint at byrja at brúka CL-strukturar. Tær nýtist ikki serligt tillagað undirvísingartilfar. Tú brúkar bara tað øðrvísi, tú longu hevur, við at implementera strukturarnar. Tað góða, ið kemur búrturúr, er gott, eisini um tað er á veg út um skúlans gátt. Raðfestingin av sosialum førleikum er høg í CL og slóðar veg fyri einum sosialum umhvørvi í skúlahøpi, har farið verður væl um hvønn annan, man virðir hvønn annan og bjóðar hvør øðrum við - í tí margfeldi, sum skúlin umboðar.

Ver vælkomin á Nám til sparring og/ella vegleiðing í mun til at koma í gongd við at implementera Cooperative Learning í undirvísing tína.

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi