• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sunnudagin 9. september í 2018 er val í Svøríki. Val er til Ríkisdagin, kommunur og landsting í Svøríki. 

Í Svøríki búgva fleiri enn 10 mió fólk. Tí er Svøríki størsta Norðurland, tá mett verður eftir fólkatali.

Svenski Ríkisdagurin heitir á skúlar og lærarar har í landinum at brúka tað tilfar, sum er tókt á teirra heimasíðu. 

Í Svøríki gera tey nógv fyri at upplýsa fólkið um at velja tá val er. 

Eitt av evnunum, sum nógv er at hoyra um í miðlunum, er hvat politisku flokkarnir í Svøríki halda um tilflytarar. 

Upp undir ríkisdagsvalið í Svøríki hava svenskir og altjóða miðlar borið tíðindi um at svartklæddir persónar hava sett eld á bilar. 

Bretski BBC journalisturin, Gabriel Gatehouse, førir okkum í 18 minuttir inn í eitt Nútíðarsvøríki.

Svenska avísin 8 Sidor sigur, at eftir ríkisdagsvalið í ár kann alt henda. 

Tað tilfar, sum við hepni kann brúkast sum grundarlag hjá læraranum í hesum føri, er nýggja bókin Samfelagið - og vit (Nám 2018) og fyrra bókin Samfelagið - og eg (Nám 2017). 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018