Skip to main content


Samkynd í myndandi list

 

Samkynd verða ofta umrødd sum fólk, ið oftari enn onnur ganga til listaframsýningar, og eru kreativari enn fólk flest.

- Men er tað rætt?

Amerikanski Richard Flordia skapti í 2002 hugtakið The Creative Class, sum fekk týdning fyri býarplanlegging.

Íhesum enska teksti í USA Today skrivar Richard Florida sjálvur um týdningin at hava samkynd býgvandi í býum, sum eftir hansara hugsan eru góðir at búgva í, og sum hava førleika at vaksa.

Í Washington Monthlyskrivar Richard Florida um týdningin at hava samkynd og rockorkestur í býum, sum vilja vaksa og eftir hansara hugsan eru góðir at búgva í.

Ungdómsendingin Røddin í Kringvarpinum varpar í hesum stuttfilmi ljós á, hvussu Jóhanna sminkar Mike, sum í drag stíli fer í brúðarhús 29. apríl í 2016 at hátíðarhalda, at samkynd kunnu giftast borgarliga.

Í 2012 hevði listfrøðingurin Kinna Poulsen fyrilestur um samkyndleika í føroyskari myndlist. Fyrilesturin, sum varir 37 minuttir, kallaðist Ó-søgur av hinum slagnum - um samkyndleika í føroyskari myndlist. Her kann fyrilesturin lesast í tveimum pørtum:

Fyrri partur av fyrilesturi hjá Kinnu Poulsen 
Seinni partur av fyrilesturi hjá Kinnu Poulsen

 

Uppgávur:

1. Finnið ein persón, sum til gerandis arbeiðir við býarplanlegging, antin fyri land ella kommunu. Spyrjið, um ástøðið hjá Richard Florida um samkynd, almennan trivnað og býarvøkstur er eftirfarandi og brúkiligt í Føroyum.

2. Hvat er drag stílur?

3. Greið frá um átakið homoFObia!

4. Hvønn týdning metir listfrøðingurin at kjakið um samkyndleika í føroyskari myndlist hevur havt?

5. Farið á Listasavnið og spyrjið tykkum fyri, um tey eiga list, sum endurspeglar ein greiðan ella fjaldan samkyndleika.

6. Spyrjið ein kreativan leiðara á eini reklamustovu, um samkynd eru kreativari enn onnur. Um so er, eiga arbeiðsgevarar so at fáa at vita, hvønn kynsligan samleika tú hevur, tá tú søkir starv?