Skip to main content
Eg

Uppgávan er at lýsa staðin, her, ið eg búgvi. Lærarin skipar fyrst fyri hugaroki í skúlastovuni. Hvat er beint her í grannalagnum? Hvønn vegin gangi eg í skúla? Hvat er klokkan? Hvat síggi eg á veg í skúla? Er nakar dagur, sum er øðrvísi enn aðrir dagar? Síggi eg ruskbilin onkran dagin? Hvør annar býr í grannalagnum? Eru hundar og kettur í grannalagnum? Eigi eg eina ættartalvu heima við hús? Eiga vit eitt gamalt fotoalbum? Tak egnar myndir og skriva tekst, sum í smásøgum stuðla upp undir eina sannførandi og persónliga søgu, sum í heildini lýsa teg og umhvørvið. 

Flokkurin

Uppgávan er at lýsa tín skúla og tína frítíð. Lærarin skipar fyrst fyri hugaroki í skúlastovuni. Tak myndir av skúlanum, uttan at geva tær far um lærugreinarnar. Hugsa tær, at tú ert ein fremmandur, sum vitjar. Nú gert tú reportasju um skúlan. Tað er ein frásøgn, sum onnur, ið ikki ganga í skúla, skulu skilja. So kanna vit trivnaðin í flokkinum. Hvussu er samanhaldið í flokkinum? Nær er stuttligast at vera í einum flokki? Gongur tú til frítíðartiltøk? Tak eina mynd og skriva reportasju um tína frítíð, og hvussu nógva tíð tú brúkar til frítíðartiltøk. Hvat fært tú burturúr? Kanst tú hugsa tær ein gerandisdag uttan frítíðartiltøk?

Útferð

Uppgávan er at lýsa ein dag saman við floksfeløgum á útferð og teimum fólkum, sum tú annars møtir henda sama dag. Tú byrjar við at taka mynd av morgunmatinum heima, og siga frá, hvat tú vanliga etur til morgunmat. Lýs síðan, hvussu tit møtast í flokkinum og í felag fara avstað, og hvat tit uppliva á staðnum, sum tit fara til. Hvør er ferðaleiðari og hvussu er ferðin fyrireikað? Hvørjum møta tit, og hvat hoyra tit um henda dagin? Hvussu koma tit heim aftur? Tak so nógvar myndir, sum tú vilt. Ger eitt úrval, so lesarin fær eina fatan av, hvussu dagurin gekst.

Tema

Uppgávan er at lýsa evnið dálking á blogginum. Her er umráðandi fyrst at tosa um evnið í flokkinum, hoyra hvat lærarin sigur, og so kanna evnið á netinum og á bókasavninum. Vit fara oman í fjøruna at vita, um vit finna burturkast, sum er vandamikið. Takið myndir. Hvar stavar burturkastið frá? Er nakað søguligt ruskpláss í nánd? Hvussu sleppa vit av við rusk í dag? Komin aftur í stovuna kjakast vit, um tað ber til, at sleppa heilt undan øllum ruski og burturkasti. Setið tykkum í samband við Umhvørvisstovuna, at hoyra um eina norðurlendska verkætlan, sum tey eru við í, har ætlanin er at sleppa heilt undan ruski. Tástanni kann bloggurin skrivast. Hetta kalla vit research, at kanna málið, innan skrivað verður. Brúkið myndirnar, sum tit sjálvi hava tikið.

Ummæli

Uppgávan er at skriva ein blogg, sum er eitt persónligt ummæli av onkrum nýggjum, sum tær dámar, og sum tú vilt viðmæla øðrum at uppliva. Tað kann vera ein bók, eitt telduspæl, eitt borðspæl, tónleikur, filmur ella okkurt annað, sum tú persónliga hevur upplivað fyri stuttum, ella fert til beint nú. Tú velur sjálv, hvat tú ummælir. Tú skalt verða hugað fyri tí, sum tú velur at skriva um. Tú ert ein bloggmissiónerur. Men ansa eftir markinum, sum er millum at rósa og skammrósa. Tú hevur avgerandi orðið, og tað sum tú skrivar ger mun.

Seturskúli

Uppgávan er at skriva ein egnan blogg við einari mynd eftir nátturða hvørt kvøld, meðan vit eru á seturskúla. Skriva í bloggin, sum var tað ein dagbók. Minst til, at øll síggja bloggin á netinum, um tú hevur valt ein opnan blogg. Er munur á at skriva privat og alment um sama evni? Kjakist í felag um Facebook og selfies. Kunnu allar myndir koyrast á Facebook, og kann allur tekstur skrivast í ein almennan blogg? Semjist um mørk fyri, nær vit kunnu brúka myndir av floksfeløgum á netinum, og nær tað ikki er so heppið. Eru vit øll samd um hesi mørk? Kannið eftir, hvørjar reglur eru galdandi fyri góða atferð á netinum.

Verkætlan

Sjeyndi og seinasti bloggur í skúlaárinum knýtur seg at verkætlan, har vanliga logbókin nú verður til eina bloggbók. Verkætlanin verður løgd fram við einum bloggi, har tekstur, foto, ljóð og ella filmur verða brúkt.