Skip to main content

Ferð á føroyskt - 3. upplag

14.02.2023

3. upplag av Ferð á føroyskt – sum annaðmál 1 er útkomin

 

Bøkurnar eru á goymslu hjá Bókamiðsøluni. Síðan 1. upplag eru fleiri rættingar og tillagingar gjørdar.

Bøkurnar eru somuleiðis dagførdar á ibókapallinum www.ibok.nam.fo.  

Tó er Lærarabókin enn ávegis. Hon hevur nú fingið støðuroyndina eftir 2. kapittul afturat. Parturin Meir um tilfarið verður væntandi lagdur afturat seinni í vár. Tá verður Lærarabókin fulfíggjað.  

Ferð á føroyskt – sum annaðmál 2 er í gerð, men enn er ov tíðliga at siga, nær hon kemur út.

Útgávuheimurin Ferð á føroyskt