Skip to main content

Talgild uppvørpa

19.01.2010

Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.

Við hesum hentleika er nógv lættari at vísa flokkinum t.d. bókina, tey arbeiða við ella tekningar, sum næmingar so fegnir vilja vísa øllum flokkinum. Við hjálp frá hesum tólinum er ikki longur neyðugt at ganga runt flokkin at vísa t.d. bókina ella tekningina.

Umframt at vísa myndina upp á talvuna/veggin, ger tólið eisini tað møguligt at goyma myndina ella filmin á telduni.

Leita á netinum um talgildar uppvørpur


Lagt út: Heini Nygaard, KT-ráðgevi í LMS