Skip to main content

Danmørk

Vit í Norðurlondum

Høvundur :

Ole B. Clausen,

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond við evnum úr Danmørk kunnu lænast frá LMS.

Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út í samstarvi við hini Norðurlondini. Vit í Norðurlondum sigur frá, hvussu fólk lívbjarga sær í teimum sjey londunum, sum tilsamans eru Norðurlond. Vit fáa fjølbroytta mynd av náttúru, samfelagi og menning í nítiárunum. Sjónbond og næmingahefti vísa, hvussu ymiskt fólk liva í smábygdum, stórbygdum og býum. Vit í Norðurlondum er undirvísingartilfar í náttúru/tøkni, landalæru og samfelagslæru, so at næmingarnir síggja, hvussu samfelag teirra - sum onnur samfeløg - broytist, tí at t.d. samskifti og flutningur gera heimin hjá teimum minni. Vit í Norðurlondum er um ymisk rák uppi í tíðini: hátøkni verður meira brúkt, vinnubýtið broytist, fólk flyta av fjarløgdum støðum, nærbýlt verður í stórbýnum, hvussu náttúrutilfeingið verður brúkt og vansar at halda náttúrugrundarlagið. Tilsamans 14 sjónbond til bókarøðina Vit í Norðurlondum kunnu lænast frá LMS.

Danmørk
Danmørk