Skip to main content

Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók

Næmingabók

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til bókina Bíbliuna í orðum og myndum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1996. Til evnisheftið hava høvundarnir eisini skrivað lærarahefti við uppgávum og uppskotum um verkevni, og hvussu drama/leikur kann verða brúkt í kristniundirvísingini. Evnini eru lýst bæði bíbilskt og verðsliga. Gott er góðum at tæna 1 bjóðar til, at næmingarnir bæði fáa høvi til at uppliva, lurta, samtala, samstarva, hugsa og nýta síni skapandi evni.

Bíblian í orðum og myndum er grundin undir evnisheftinum. Dentur verður lagdur á at viðgera hesar tekstir væl, so at næmingarnir betur skilja hendingarnar í Bíbliuni, at teir læra at kenna tey ymsu støðini, har sum hendingarnar fara fram, og læra teir ymsu persónarnar í Bíbliuni betur at kenna. Harumframt er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum, til at tosa um siðalagsligar spurningar, eitt nú øvund, um at lúgva, at stjala og at slatra.

Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók
Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók