Skip to main content

Les 1

Tekstasavn til framhaldsdeild

Høvundur :

Ymiskir rithøvundar, Ymisk myndlistafólk,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4971/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og hvat lesarin kann vænta sær í hesum nýskapandi og rúgvusmikla savni, sum er myndprýtt við føroyskum listaverkum og fotomyndum.

Hóast heitini á teim sjey pørtunum eru funnin í yrkingum og einum kvæði, fevnir savnið harafturat um tekstir, sum eru stuttsøgur, leikritaskaldskapur, yrkistekstir, myndir, skaldskapur av mannamunni, sálmar og bíbliutekstur.

Sum nakað nýtt er gjørd teldutøk Lærarabók til Les 1. Lærarabókin veitir íblástur og hugskot, hvussu arbeiðast kann við tekstasavninum og lýsir nærri tey evni, rithøvundar og listafólk, sum verða nevnd. Á Lærarabókini eru eisini uppskot um aðrar tekstir og tilfar, ið lýsir somu evni at nýta í undirvísingini.

Fyrsti partur í bókini nevnist Meðan áin rann og er um barnaár og uppvøkstur. Heitið er tikið úr samnevndari yrking hjá Róa Paturssyni, og hetta er fyrsti tekstur í savninum. Annar partur rópast Smáfuglur í eldgomlum trøum, sum er um viðurskiftini millum børn og foreldur, har heitið er tikið úr yrkingini hjá Jóanesi Nielsen Vakrari enn Havnarvág er orðið pápi. Millum fýra veggir nevnist triði partur, sum er um skúlalívið. Heitið er tikið úr yrking hjá Martini Næs, sum hann rópar Bláur himmal. Fjórði parturin Hon stóð á bakka er um happing og tað at vera øðrvísi og tekur heiti úr yrkingini Móðir hjá Christiani Matras. Fimti partur, sum er um sambandið ímillum systkin, finnur heitið í Hørpu rímu og ljóðar Gjarna gevi eg alt, eg á. Á næstseinasta parti verður kærleikin lýstur undir heitinum Á tínum eygum, sum eru fyrstu orðini í yrking Gunnar Hoydals Far ikki, meðan sjeyndi og seinasti parturin í bókini víðkar um kærleikshugtakið til eisini at fevna um døkku og tølandi megina, sum fær heitið Gátuføra dýpið, tikið úr yrkingini Smádreingir og hugflog hjá Arnbirni Danielsen. For- og baksatsur í bókini er tekning av einum træi, sum skal ímynda fagurbókmentanarliga tekstin, og hvussu hann er settur saman. Við trænum sum dømi kunnu vit seta nøvn á krúnu, greinar, bul og rót, so vit fáa greiðu á, hvussu einstøku partarnir í bókmentanarligu greiningini hanga saman og kunnu hugsast at skapa eina heild, ið gevur meining í flokkinum og hjá hvørjum einstøkum lesara.

Les 1 - tekstasavn til framhaldsdeild er ritstjórnað av Lydiu Didriksen, við Heðini M. Klein, Rúna Bjarkhamar og Paulivari Andreassen sum fakligum stuðulsbólki. Myndaúrvalið í bókini hava Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen og Gunnar Hoydal lagt til rættis. Bókin telur 330 síður, er í stívari permu og haldgóðari innbinding.

Les 1