Skip to main content

Náttúra og umhvørvi

Landafrøði

Høvundur :

Jens Peter Møller,

Jørð, luft og vatn eru frumevni, ið eru grundtreytir fyri livilíkindum hjá mannaættini. Hetta er náttúruumhvørvið. Í bókini verður greitt frá, hvussu jørðin melur í rúmdini, og hvussu hetta skipar eitt alheimsligt veðurlag og plantugróður, ið aftur eru karmar um lívstreytirnar hjá menniskjum. Greitt verður frá, hvussu jørðin er bygd, og hvussu jarðarýtan støðugt broytist. Í bókini eru eisini dømi um, hvussu vit menniskju kunnu oyðileggja náttúruumhvørvið, hugsa vit okkum ikki væl um. Bókin er lisin inn á band, og ljóðbandið fæst til láns á Landsmiðstøðini.

Náttúra og umhvørvi
Náttúra og umhvørvi