Skip to main content

Samfelagið og eg - næmingabók

Høvundur :

John Harald Nomedal,

Price :

<p>248.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8304/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

“Samfelagið og eg” er næmingabók í Samfelagsfrøði í 7. flokki.

Bókin, Samfelagið og eg, býtt upp í 10 partar. Bókin viðger Húskið, Skúlan, Næmingafólkaræði, Vinalag, Rættindi og skyldur hjá børnum, Frítíð, Fólkaræði, Kommunur, Samavgerarrætt og Miðlar.

Hvør partur byrjar við eini mynd og einum inngangi, sum benda á, hvat parturin snýr seg um. Til allar partarnar eru arbeiðsuppgávur. Fyrstu uppgávurnar hava heitið: Finn svar í tekstinum. Sum uppgávuslagið sigur, so finnur tú svarið í tekstinum, tú hevur lisið.

Næstu uppgávurnar hava heitið: Hugsa sjálv/ur. Hesar uppgávurnar krevja annað enn bara at lesa tekstin., og tú noyðist tískil at brúka aðrar keldur enn lærubókina at finna svarið. Tú noyðist at hugsa sjálv/ur, leggja til rættis, samstarva, kjakast, gera samrøður og meta um.

Hvør partur endar við einum samandrátti, ið tekur samanum høvuðshugsanina í tí, tú hevur lisið.

Á snar.fo eru undirvísingargongdir, sum taka støði í bókini og talgild læraravegleiðing.

Samfelagið og eg - næmingabók