Skip to main content

Søga 6 - Læraravegleiðing

spírar til nútíðarsamfelagið

Høvundur :

Erling Isholm,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/9951/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum í næmingabókini, einar tríggjar síður eru um fakliga innihaldið, umframt hugskot til undirvísingina. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið.

Løgtingið var dómstólur leggur dent á at siga frá lógum, valdsbýti og revsingum.

Føroyingar binda hosur leggur dent á siga frá danskari yvirvøld í Føroyum, handilsviðurskiftum og arbeiði.

Fólkið fær valdið leggur dent á at siga frá um gongdina fram ímóti fólkaræði.

Sjónleikasøga sigur frá, hvussu føroyingar og føroyska samfelagið broytist til at fólk fáa sær frítíðarítriv, m.a. sjónleik, og hvussu sjónleikur ávirkar málið og yrkið hjá fólkum.

Føroyingafelag og tjóðskaparrørsla er um seinna jólafundin í 1888 og tað, sum kemur í kjalarvørrinum av jólafundinum, m.a. Føroyingafelag.

Føroyar fáa løgmann sigur frá heimastýrislógini og fyrsta løgmanni, og nøkrum hendingum, sum vóru undan og upp undir, at heimastýrislógin varð sett í gildið..

Søguligir persónar í 5 smærri pørtum verður sagt frá um 5 ymiskar konur, sum á onkran hátt hava gjørt okkurt serligt.

Til hvønn partin eru hugskot til undirvísingina. Her eru hugskot um, hvussu arbeiðast kann við nógvum av uppgávunum í bókini, umframt hugskot um øðrvísi uppgávur enn tær, sum eru at finna í næmingabókini.

Søga 6 - Læraravegleiðing