Skip to main content

Støddfrøði 7 - Lærarabók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

Høvundur :

Grete Normann Tofteberg, Janneke Tangen, Ingvill Merete Stedøy, Bjørnar Alseth,

Týðari :

<p>Elin Henriksen</p>

Støddfrøði 7 - lærarabók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

Støddfrøði 7fevnir um:

  • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir sær beinleiðis til næmingin og eggjar til at lesa, tosa um, arbeiða við og fata støddfrøði.
  • Uppgávubók: Ískoyti til Grundbókina. Í Uppgávubókini eru fjølbroyttar uppgávur á ymsum torleikastigum.
  • Lærarabók: Hjálparamboð til læraran. Lærarabókin fylgir einstøku síðunum í Grundbókini og gevur læraranum hugskot til ymsar framferðarhættir, virksemi, næmingalagaða undirvísing, eftirmeting og hugdýping.
  • Avritsmappu: Tilfar til spøl, uppgávur og annað virksemi. Klárt at avrita til nýtslu.
  • Handbók: Savn av formlum og reglum, sum verða lýst við dømum.

Útgávuheildin Støddfrøði veitir grundarlag fyri gevandi og livandi undirvísing í støddfrøði.

Gjøgnum virkið og granskandi arbeiði ogna næmingarnir sær bæði fatan og førleika í støddfrøði. Við støði í Støddfrøði skulu næmingar og lærarar í felag lesa støddfrøði, loysa uppgávur, kjakast um framferðarhættir og fara undir støddfrøðiligar avbjóðingar á kannandi og skapandi hátt. Støddfrøði vekur áhugan hjá næmingunum við fjølbroyttari undirvísing og við at knýta samband millum støddfrøðina og gerandisdagin.

Støddfrøði  leggur dent á:

  • Fakliga innihaldið, skilvísan bygnað og stigvøkstur
  • Neyv og týðilig førleikamál
  • Praktisk dømi og uppgávur
  • Næmingalagaða undirvísing
  • Ítøkiliga leiðbeining til læraran
Støddfrøði 7 - Lærarabók
  • Elin Henriksen