Skip to main content

Súlan - Bókstava- og ljóðbók

Bókstava- og ljóðbók

Høvundur :

Gunvør Højgaard, Osvald Jacobsen,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5263/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein sangur, á hinari lættur tekstur, sum er skrivaður uppá rím.

Lærari og næmingar arbeiða við tilfarinum í flokkinum. Tekstsíðurnar eru skrivaðar upp á rím. Tað er sera týdningarmikið fyri lesiinnlæringina at arbeiða við ljóðunum í málinum. Tað er lættast at lesa ljóðrøtt orð, t.e. orð, sum ljóða júst soleiðis, sum tey eru skrivað. Ljóðrøtt orð eru súla, likka o.s.fr. Høvundurin, Gunvør Højgaard, hevur lagt seg eftir at skriva ljóðrættan tekst, í tann mun, tað ber til. Til tess at gera tekstin meira livandi og spennandi eru orð, sum børnini í fyrstu syftu ikki duga at lesa uttan stuðul frá myndunum. Osvald Jacobsen hevur teknað myndir, sum stuðla upp undir tekstin. Miðað verður ímóti, at børnini loysa lesikoduna, t.e. at kenna bókstavirnar, duga at umseta teir til ljóð, vita, hvussu tey ymisku ljóðini hátta sær saman við øðrum ljóðum, og at skilja tað, tey lesa. Í Føroyum hevur altíð verið sungið í skúlahøpi, og sangur hevur fylt serliga nógv tey fyrstu skúlaárini. Børnini hava heima og í barnagørðum lært sangir, og tí eru summir av sangunum, ið nýttir verða, ikki fremmandir fyri børnunum. Sangirnir eru valdir út til hvønn bókstavin soleiðis, at teir hava bókstavaljóðið í sær. Sangirnir eru góð samrøðuevni, og børnini læra nýggj orð og máliskur, samstundis sum tey fáa eina størri vitan. Lesing er bæði tað at kunna lesa ein tekst og at skilja tað, ið lisið verður. Málslig menning og vitan um orð hevur tí stóran týdning, tá ið ein skal læra at lesa. Ymiskt er, hvussu børn læra. Tað er tí av týdningi, at undirvísingin og tilfarið, ið nýtt verður, er fjølbroytt, so at allir næmingar kunnu menna sín lesiførleika.

Súlan - Bókstava- og ljóðbók
Súlan - Bókstava- og ljóðbók