Afganistan
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Kabul
Vídd: 652.090 km2
Fólkatal: 28.395.716
Almentmál:
pashtu og dari persiskt
Átrúnaður:
islam 99% (sunni 80% shia 19%) aðrir 1%
Stýrirlag: Islamiskt lýðveldi
Gjaldoyra:
afgani (AFG)
Afganistan
Afganistan er ímillum Miðasia og Indianes og hevur tí havt stóran týdning hermálsliga. Tí hevur í øldir verið barst um yvirræðið í landinum, og serliga bretar og seinni russar hava verið grammir at taka landið. Landslagið er ógvuliga fjølbroytt og skiftandi, við albeittum grasfløtum, sløttum steinoyðimørkum, stórum vøtnum og høgum fjøllum. Fáir og vánaligir vegir eru í landinum, og har er eingin jarnbreyt. Afganistan er av fátækastu londum í heiminum.
Eftir terrorálopi á World Trade Center í New York í 2001, gjørdi USA saman við teirra sameindu innrás í Afganistan og koyrdu Taliban stýri frá. Hetta hevur ført til, at seinastu nógvu árini hevur blóðugt borgarakríggj syndrað landið.
Í 1979 tóku sovjetskar herdeildir seg inn í Afganistan at hjálpa nýggja kommunistastýrinum í Kabul. Islamsk uppreistrarlið, ið nevndu seg mujahedin, hildu ímóti russum, og hart kríggj brast á. Í 1989 noyddu tey sovjetsku herdeildirnar at taka seg aftur, og í 1992 hevði mujahedin valdið í øllum landinum. Alt fyri eitt vórðu strangar islamskar lógir settar í gildi; men innanhýsisstríð brast á í mujahedin, og borgarastríð herjar framvegis í landinum.
Fleiri enn 20 fólkasløg búgva í Afganistan. Fyri sunnan eru pashtunar, ella afganar, ið er fjølmentasta fólkaslagið. Landið eitur eftir teimum, tí at teir hava havt ræði í landinum seinastu 200 árini. Í stórbýunum og á bygd í landnyrðingspartinum búgva tadjsjikar, ið tala dari, sum er skylt við persiskt, flestu teirra eru keypmenn. Hazarar búgva mitt inni í landinum.
Turkmenar í Norðurafganistan duga væl at veva teppi. Teppini verða knýtt og vovin við hond av mjúkari ull av karakulseyði, mynstrini eru vanliga reyð, brún og reyðbrún. Mest eru tað konufólkini, ið veva teppini, sum verða nýtt til saðilsklæði, tjaldforhang og bønarmáttur
Næstan allir afganar eru muslimar. Børnini verða lærd um islam bæði í bygdarmoskuni og í skúlanum. Ungdómurin gongur í madrasah, ein átrúnaðarligan miðnámsskúla. Her lærir hann at duga long brot úr Koranini uttanat og granska gudfrøði, islamskar lógir og skilvísi.
Um 2 milliónir flakkfólk eru í Afganistan. Lætt er á at skyna, hvørji flakkfólkini eru, tí at øll hava tjøld, ið eru ymisk í sniði og á liti, seymað úr lørifti ella húðum eftir aldagomlum siðvenjum.
Miðasia
Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðasia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her
Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.
Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðásia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.
Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.
Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.
Mong fólkasløg búgva í Miðasia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.
Mong fólk í Miðasia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.
Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.