Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Kasakstan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Astana

Vídd: 2.717.300 km2

Fólkatalautocad mep 2008 price autocad price india autocad only selects items visible on screen autodesk stitcher autodesk autocad map 3d 2017 forum autodesk corel painter sketch pad compared to autodesk sketchbook: 15.399.437

Almentmál: kasakstanskt

Átrúnaður: islam 47% russisk ortodoks 44% luthersk protestantar 2% og aðrir 7%

Stýrirlag: fólkaræði

Gjaldoyra: tenge (KZT)

Kasakstan

Slætta landi Kasakstan er frá Kaspiskahavi og eystur til Kina, og er næstan líka stórt sum alt Vesturevropa. Tað er eisini eitt av strálbygdastu londum í heiminum. Nógvastaðni er fruktagott, har eru nógv ráevni, politisku viðurskiftini eru trygg, og tí eru góð útlit til, at Kasakstan gerst ríkt land. Dálking, ið stendst av ídnaðinum og landbúnaðinum, umframt mongu gomlu kjarnorkuvápnini frá sovjettíðini, hava verið atvold til stórar umhvørvistrupulleikar.

1950-árunum settu sovjetsku myndugleikarnir sær fyri at økja korngrøðina, og farið varð at velta upp úr nýggjum á stóru grasfløtunum í Kasakstan. Mangir ovurstórir garðar vórðu bygdir, og farið varð at dyrka korn og mais í hesum karga og berliga lendi. Mangar milliónir russar fluttu ella vórðu noyddir at flyta til hetta manntóma økið, ið varð kallað „Moyarlandið". Hetta stóra landbúnaðarátakið var ikki bara gott. Kasakstan gjørdist sjálvbjargið við korni o.a. grøði; men skaðin á náttúruna er óbótaligur.

Námsvinna er tydningarmesti ídnaður í Kasakstan. Har er ógvuliga nógv kol og nógvur jarn málmur, heimsins størsta kromnám, ovurnógv gull, umframt nógv kopar, sink, blýggj, uran og onnur steinsløg. Meginparturin av kasakstanska kolinum verður brotin í opnum námum í Karaganda.

Navnið Alma-Ata merkir "faðir súreplatræanna", og býurin í var høvuðsstaður fram til 1997, tá Astana - fram til 1998 æt býurin Akmola - gjørdist høvuðsstaður, er gitin fyri súreplagarðarnar. Býurin er við fjalsrótina á Tien Shanfjøllum syðst í landinum. Hann er vakur býur við mongum urtagørðum og lundum við gosbrunnum, og fram við gøtunum renna smáir grivnir løkir, nevndir „aryks", sum svala býin um summarið.

Søga varð skrivað í Kasakstan, tá ið heimsins fyrsti manngjørdi fylgisveinur, Sputnik 1., varð skotin útí rúmdina av rúmdarstøðini í Bajkonur. Fyrsta menniskja, sum var úti í rúmdini, var rúmdarmaðurin Jurij Gagarin, ið fór fyrstu ferð sína av Bajkonur í 1961. Rúmdarstøðin verður enn nýtt, tí at russar gera rúmdarferðir sínar haðan.

Bara 40% av fólkinum í Kasakstan eru kasakstanar, og teir flestu búgva norðarlaga og vestarlaga í landinum. Mangir teirra eru bøndur og hava lagt stóran dent á at verja náttúruna og hava stríðst fyri at friða stór øki. Hitt fólkið er mest russar, týskarar og ukreinar.

Miðasia

Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðasia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her

Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.

Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðasia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.

Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.

Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.

Mong fólkasløg búgva í Miðasia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.

Mong fólk í Miðasia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.

Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.