India
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
New Delhi
Vídd: 3.287.590 km2
Fólkatal: 1.156.897.766
Almentmál:
hindu enskt og onnur indisk mál
Átrúnaður:
hinduisma 81% islam 13% kristindómur 2% aðrir 4%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra:
rupi (INR)
India
Stóra fjølbroytta landið India er sjeynda landið í heiminum í stødd, og har býr mest fólk eftir Kina. Mangir átrúnaðir, mong mál og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - hinduisma, buddisma og sikhisma - tóku seg upp her. Fleiri enn 200 mál verða talað, men høvuðssmálið er hindi, sum er móðurmál hjá um 40% av fólkinum. Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu ídnaðarlondum í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu nógvu árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. India er eisini størsta fólkaræði í heiminum. India fekk frælsi í 1947. Landið varð býtt sundur í hinduistiska India og í muslimska Pakistan, sum var í tveimum: Vesturpakistan ojg Eysturpakistan. Í 1971 gjørdist Eysturpakistan frælst ríki og nevndi seg Bangladesj. Mahatma Gandhi, ið stóð á odda í indiska frælsisstríðnum , var talsmaður fyri hugtakinum friðarligari mótstøðu (satyagraha) og helt, at hon kundi vinna landinum frælsi.
Stórbýirnir í India eru skundmiklir og fløkjaligir staðir, har nútímans handilsháhús eru lið um lið við gomul tempul, moskur og minnisvarðar. New Delhi er høvuðsstaður, men størstu býirnir eru Kolkata, fyrr Calcutta, og Mumbai, fyrr Bombay. Báðir eru týdningarmiklir ídnaðarbýir. Størsti trupulleikin í indisku býunum er, at fólkið fjølgast so skjótt, tí at alt fleiri fólk koma av bygd til býirnar at leita eftir arbeiði. Mong búgva í fátækrabýlingum ella úti á gøtuni.
Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera t.d. mat, bilar, flogfør, telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði.
India er tað land í heiminum, sum ger flestar filmar. Um 800 stórfilmar verða tiknir upp um árið, teir flestu í Mumbai, sum verður eyknevndur "Bollywodd". Í indiskum filmum, ið eru fullir av spenningi og ógvisligum tilburðum frá byrjan til enda, er nógvur dansur, sangur, romantikkur og vøkur og rík fólk. Indarar eru ofta í biografi, og filmarnir vara javnan 4-5 tímar.
India er tað landið, sum dyrkar mest av teirri grøði. Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí korn- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í 1947. Framgongdin stendst lutvíst av „grønu kollveltingini" í 1960-árunum, tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur.
Mangir indarar eta bara grønmeti og frukt. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa dýr og eta tey. Flestir hinduar eta ikki neytakjøt, tí at fyri teimum er kúgv heilagt dýr, og muslimar eta ikki svínakjøt. Maturin er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum dhal (flatbønir), dahi (jogurt), rís ella chapatis (flatbreyð) og popadums. Indarar lata nógv krydd í matin, t.d. gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur.
Taj Mahal í Agra varð bygt í 16. øld. Jahann shahur, sum var ein av mogulkeisarunum, ið ráddu í India úr 16. til 18. øld, lætbygningin gera til minnis um yndiskonu sína. Bygningurin, sum er gjørdur úr hvítum marmara, er frálíkt dømi um islamska byggilist, og mong ferðafólk koma higar at síggja hann. Ferðavinnan í India veksur alsamt og er seinastu árini vorðin týðandi vinnuvegur.
Flestir indarar eru hinduar, men eisini eru mangir aðrir átrúnaðir, t.d. sikhisma og jainisma. Sikhar trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Amritsar í Punjab. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Jainisma líkist hinduismu. Jainistarnir hava djúpa virðing fyri øllum livandi.
Hinduar gera nógv burturúr, tá ið genta og drongur skulu giftast. Brúdleypið stendur ofta í nógvar dagar. Flestu hjúnabond verða knýtt í somu kastu (sama samfelagsbólki), og tað eru foreldrini, sum gera av, hvørjum tey ungu skulu giftast við. Eftir brúdleypið býr konan inni hjá ættfólkunum hjá manninum. Heimalív er sera umráðandi fyri hinduar. Í India er vanligt, at fleiri ættarlið búgva undir somu lon.
Vanligasta plaggið hjá konufólki í India er sari, eitt 20 metra langt og litfagurt klæði av bummull ella silki. Tað verður vundið um kroppin og upp um aðra økslina. Endin á klæðinum hongur leysur og verður havdur um høvdið ella nýttur at vaska sær um eyguni við. Vanligu klæðini hjá mannfólki eru dhoti, eitt bummullarklæði, sum verður vundið um lendarnar og upp ímillum beinini.