Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Saudiarabia


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Riyadh

Vídd: 2.149.690 km2

Fólkatal: 24.735.000

Almentmál: arabiskt

Átrúnaður: islam 100%

Stýrirlag: kongligt einaveldi

Gjaldoyra: saudiskur riyal (SAR)

Saudiarabia

Saudiarabia er størsta landi á Arabianesi. Um 90% av landinum er heit og turr sandoyðimørk; størstu oyðimerkurnar eru Nafudoyðimørk fyri norðan og Rub al Kali fyri sunnan. Veruligar áir eru ongar, men bara áarfør (wadis), sum fyllast við vatni, tá ið regnar, og tað er so sjáldan, at tað kunnu vera ár ímillum. Nógva oljan í Saudiarábia hevur gjørt landið ovurríkt og ógvuliga máttmikið og hevur verið við til at ment ídnaðin og landbúnaðin og lívskorini hjá fólkinum munandi.

Saudiarabia er størsta oljuland í heiminum og vinnur út 25% av allari olju, nýtt verður í heiminum. Næstan 90% av landsins útflutningi er olja. Saudiarabia er eitt av høvuðsslondunum í OPEC (Organization of the Petroleum Exporting Countries - Altjóða oljulandafelagsskapur). OPEC ásetur, hvussu stór oljuútvinningin og oljuútflutningurin skulu vera og verjir áhugamál limalandanna.

Mekka, har Muhammed profetur varð borin í heim, og sum er halgasti býur islams, er vestarlaga í Saudiarabia. Á hvørjum ári gera um ein millión muslimar úr øllum heiminum pílagrímsferð til Mekka og fara í Kabuna í stóru moskuni í býnum. Hetta er mesti halgidómur muslimanna. Allir muslimar eiga at gera pílagrímsferð, hadj, til Mekka í minsta lagi einaferð

Næstan alt Saudiarabia er turr oyðimørk og berligt runnalendi, púra ónýtiligt sum dyrkilendi. Eingin landbúnaður fær verið, uttan at vatn verður veitt. Nýgjørdar vatnveitingarskipanir gera, at saudiarabar nú dyrka melónir, tomatir, hveiti og bygg í oyðimørkini.

Í mong túsund ár hava beduinar, ið eru flakkfólk, farið um oyðimørkina í Saudiarabia eftir vatni og beiti til fenað sín. Summir beduinar halda kamelar, aðrir seyð og geitir. Beduinarnir búgva í tjøldum, ið eru løtt at seta upp, taka niður og flyta við sær. Nú á døgum fækkast beduinarnir í stórum, tí at myndugleikarnir eggja teimum at búseta seg í bygdum og býum.

Í okkara eygum liva mong muslimsk konufólk í Saudiarabia o.ø. arabiskum londum ógvuliga ófræls. Mong ganga í síðum klæðum og við sløri niður fyri eyguni - sonevndar burqa. Í Saudiarabia hava konufólk hvørki loyvi at koyra bil ella at arbeiða saman við mannfólki. Tó hava allar gentur rætt til hægri skúlagongd.