Skip to main content

 

 

Miðamerika og Karibia

Miðamerika er smalt eiði millum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Á miðamerikanska meginlandinum eru sjey smá lond. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru fleiri hundrað vakrar, pálmavaksnar oyggjar úr USA til Venesuela. Panamaeiðið er smalt eiði ímillum Karibiahav í Atlansthavi og Panamaflógva í Kyrrahavi, og tað er eisini land ímillum Norðuramerika og Suðuramerika. Eiðið er bara 48-210 km breitt. Smala eiðið og tað, at økið lá væl fyri hermálsliga, høvdu við sær, at Panamaveitin varð grivin her.

Tá ið Kristoffur Kolumbus og spanska manning hansara kastaðu akker í Karibia í 1492, hildu teir seg vera komnar til Asia og kallaðu tí oyggjarnar Vesturindia. Síðan hava evropear kappast um at taka yvirvaldið í oyggjunum, og hagar fóru teir at føra trælir at arbeiða í landbúnaðinum. Í Miðamerika fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn, men í Karibia hava mong fólk varðveitt nógv av síni afrikonsku mentan. Náttúruvanlukkur, eldgos, jarðskjálvti og ódnir, gera javnan um seg í Karibia.

Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum, men í Karibia royndu umframt Spania eisini Frakland, Bretland, Niðurlond og onnur lond, seinni eisini USA, at vinna sær valdið yvir mongum oyggjum. St. Luisa skifti valdsharra 14 ferðir, ávikavist Bretland og Frakland. Tær flestu stóru oyggjarnar eru nú sjálvstøðug ríki, men nakrar eru enn undir fremmandum yvirvaldi. Martiniqueoy t.d., við endurgerð av Sacré Coeur-kirkjuni í París, er enn fronsk.

Upprunafólkið í Karbia var karibindiánar og arawakindiánar. Teir flestu doyðu av sjúku og trælkan, meðan spaniamenn ráddu har; bara nakrir fáir karibindiánar komust undan og búgva nú í Dominika. Mesta fólkið í Karibia nú á døgum er ættað frá afrikonskum trælum, sum vórðu fluttir úr Afrika at arbeiða í gróðrarlundunum. Evropearar, asiatar, sýrar og libanar seta eisini sín dám á mentanina í Karibia.

Eisini fyri tað, at evropearar komu til Miðamerika, hevði landbúnaðurin stóran týdning. Lendið er skift sundur í trý høvuðsøki: fruktagóði kyrrahavsslættin, har grøði sum t.d. bananir vaksa væl, háslættin í miðjum landi, við kaffilundum og neytahaldi, og skógarlendið í ein landnyrðing, sum ikki er so væl egnað til landbúnað. Nógvi landbúnaðurin er farin illa við lendinum og hevur volt stóran umhvørvisskaða.

Herviligar tropuódnir herja javnan í Karibiahavi frá mai til oktober. Ein ódn tekur seg upp sum vanligt illveður úti á víðum havi, men er sjógvurin serliga heitur, mennir hon seg og blæsur tá sum stórur hviril av skýggjum, vindi og regni vestureftir ímóti oyggjunum og norðuramerikanska meginlandinum, har hon kann elva til stóran skaða. Fremmandu orðini fyri ódn „hurricane" og „orkan", eru runnin av orðinum Huracan, sum er vindgudur har um leiðir.

8. mai 1902 fór gosfjallið Pelée á Martinique í Karibiahavi at goysa. Grótbræðing og glóðheit øska runnu stríðar oman og slættaðu høvuðsstaðin St. Pierre við jørðina, og 30.000 fólk lótu lív. Gosfjøll hóttajavnan fólkið í Karibiaoyggjum. Í august 1995 var fólkið flutt úr Plymouth, høvuðsstaðnum í Montserrat, tí vandi var íyri einum stórum eldgosi.