Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Niðurlond


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Amsterdam

Vídd: 37.330 km2

Fólkatal: 16.419.000

Almentmál: niðurlendskt

Átrúnaður: kristindómur 59%, islam 3%, aðrir 38%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Niðurlond

Hetta lítla fjølbygda landið verður stundum eisini nevnt Háland, sum er navnið á tveimum landspørtum í norðara parti í landinum. Í 16. og 17. øld sigldu niðurlendskir sjófarar og keypmenn burtur í fjarskotin lond at finna ríkidømi. Niðurlendingar tóku mong hjálond, og niðurlendska hjálandaríkið var úr Landsynningsásia til Amerika. Handil hevur enn stóran týdning í Niðurlondum; mong fleirtjóðafeløg eru niðurlendsk, og vinningurin hjá hesum feløgum er helvtin av inntøkum landsins. Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.

Niðurlendingar eru eitt blandað (heterogent) fólk. Mong fólk úr gomlu niðurlendsku hjálondunum í Landsynningsasia og Suðuramerika búsettu seg í Niðurlondum í 1940- og 1950-árunum. Tilflytingin helt fram í 1960-árunum, tá ið mangir fremmandaverkamenn úr Suðurevropa, Marokko og Turkalandi komu til Niðurlanda. Tilflutta fólkið er nú fimtingurin av fólkinum í teimum stóru býunum. Tey flestu hava niðurlendskan ríkisborgararætt. Niðurlendingar eru erpnir av frílynta tilflytara-og flóttafólkapolitikki sínum.  

Um triðingur av Niðurlondum hevur áður staðið i sjógvi. Meginparturin av hesum lendinum verður nýttur sum akurlendi og beiti; men ein fjórðingur av tí er nýtt til byggilendi, vegir og fríøki. Av tí at stórur partur av landinum er ájavnt sjóvarmálan ella undir, er mangan stórur vandi fyri vatnflóð. Til tess at forða fyri hesum eru gjørdar ovurstórar byrgingar, og ógvuliga væl verður fylgt við, hvussu høgt sjógvurin stendur.

Høvuðsstaðurin í Niðurlondum, Amsterdam, er ein søguligur býur, og hagar koma mong ferðafólk. Í 17. øld var Amsterdam uppi í øllum heimshandli. Múgvandi keypmenn lótu grava siglingarveitir, sum krossskera seg ígjøgnum býin, og bygdu høgu, smølu húsini, ið standa fram við veitunum. Nú á døgum er Amsterdam heimsgitin miðdepil fyri diamantbrýning.

Benelukslondini

Belgia, Niðurlond og Luksemborg - eru trý fræls ríki, sum samstarva í búskaparliga felagsskapinum Beneluks, ið varð stovnaður í 1948. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið gjaldoyra (nú nýta øll trý londini evruna sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í Evropa, men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans ídnaður, ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin.