Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Belgia


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Brússel

Vídd: 33.100 km2

Fólkatal: 10.457.000

Almentmál: flamskt, franskt og týskt

Átrúnaður: kristindómur 90%, islam 3%, aðrir 7%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Belgia

Belgia loysti frá Niðurlondum í 1830. Landamørkini, ið nú eru, vórðu ikki sett fyrr enn í 1919. Meuseá skilur landið í tvíningar. Fyri norðan er fláur, fruktagóður slætti heilt út at strondini. Longu í 16. øld tók stórur klædnaídnaður seg upp uttan um býir sum t.d. Brúgge, ið er kendur fyri síni knipplingamynstur. Í landsynningspartinum eru Ardennufjøll; har er jørðin kørg, og garðarnir eru spjaddir.

Í mong, mong ár hevur tungídnaður, serliga kolavinna og stálídnaður, verið týdningarmikil vinnuvegur, men hann er nú um at hvørva. Í staðin er komin annar ídnaður, t.d. evnafrøðiídnaður og ravmagnsídnaður. Tænastuvinnan, t.d. bankavirksemi og fyrisiting, er so nógv vaksin, at har starvast tveir triðingar av belgisku verkafjøldini 

Trý mál verða talað í Belgia. Sunnanfyri, við franska markið, talar fólkið franskt. Norðan fyri Brússel er málið flamskt, ið er nær skylt við niðurlendskt. Eystast í landinum er almenna málið týskt. Í Brússel talar mesta fólkið franskt, men mong tala eisini flamskt. 

Franskir og flamskir matsiðir hava ávirkað belgiska matgerð. Súpan er vælumtókt, og mangir landslutir hava sínar egnu uppskriftir. Ein serrættur er skelfiskur og kips, sum bæði fæst á dýrum matstovum og úr smáum matsølubúðum á gøtunum.

Brússel er høvuðsstaður í Belgia og stjórnar-og handilsmiðdepil. Brússel er eisini týdningarmikil altjóða býur. Sum fyrisitingarligur miðdepil í Benelukslondunum hevur býurin drúgvar royndir í altjóða samstarvi. Nú á døgum er Brússel helst best kendur fyri, at ES-fyrisitingin eisini hevur høvuðssæti í býnum

Benelukslondini

Belgia, Niðurlond og Luksemborg - eru trý fræls ríki, sum samstarva í búskaparliga felagsskapinum Beneluks, ið varð stovnaður í 1948. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið gjaldoyra (nú nýta øll trý londini evruna sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í Evropa, men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans ídnaður, ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin.