Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Turkaland


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Ankara

Vídd: 779.450 km2

Fólkatal: 74.877.000

Almentmál: turkiskt

Átrúnaður: 
islam 99%, og aðrir 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: turkisk lira (TRY)

Turkaland

Turkaland er bæði í Evropa og í Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og ásiatiska partin. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur í máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Meginparturin av fólkinum er muslimar, ið tala turkiskt; men eingin ríkisátrúnaður er í landinum. Landslagið er fjølbroytt, og veðurlagið er skiftandi, nógvastaðni fruktar væl, og landið er sjálvbjargið við mati. Mong ferðafólk koma til Turkalands.

Kemal Atatúrk stovnaði sjálvstøðuga lýðveldi Turkaland og varð fyrsti forseti landsins, tá ið Osmannaríkið fór til grundar fyrst í 1920-árunum. Atatúrk setti í verk víðfevndar nýskipanir, ið millum annað bøttu um skúlaverkið og veittu konufólki størri frælsi.

Istanbul er einasti býur í heiminum, sum er í tveimum heimspørtum. Bosporussund skilur býin sundur í ein evropeiskan og ein ásiatiskan part. Nógvar brýr eru um sundið. Í Istanbul renna saman gamalt og nýtt, eysturlendskt og vesturlendskt, fagrar moskur og stórir fátækrabýlingar, ið alsamt vaksa. Istanbul er størsti býurin og týdningarmesti havnabýur. Hann var høvuðsstaður landsins, til Ankara gjørdist høvuðsstaður í 1923.

Annaðhvørt fólk í Turkalandi arbeiðir í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. hveiti, bummull, tubbak, sukurrøtur og frukt. Fram við Svartahavi dyrka teir nógv te, tað er væl dámdur drykkur í Turkalandi. Konufólk gera mesta landbúnaðararbeiði. Nógv og góð búnaðarjørð er í Turkalandi, og landið dyrkar nóg mikið til egna nýtslu og til útflutnings.

Fleiri milliónir ferðafólk koma til Turkalands á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum og at síggja fornminni. Gamli býurin Efesos á strondini í Vesturturkalandi er gitin fyri stóra uttanduraleikpallin, sum varð bygdur í 1. øld e. Kr. - har eru 24.000 sessir. Ferðavinnan er ein av høvuðsvinnuvegunum í Turkalandi.

Marknaðir ella basarar eru vanligir í mongum turkiskum býum. Turkaland er gitið fyri listhandverk sítt, helst vøkru teppini, lutir úr leiri, leðurvørur og smíðaðar lutir úr kopari. Teppini verða knýtt av silkitráði, ullartráði og bummullartráði og hava vøkur mátað mynstur ella blómumynstur, ið ofta eru úr heimstaði vevarans

Siður er, at fólk hittast á uttandurakaféum, helst mannfólkini. Teir koma hagar at drekka te ella turkiskt kaffi, roykja pípu og práta. Ofta spæla teir kort ella damma.

Kurdar, sum eru um 25 milliónir fólk, er ein av fjølmentastu tjóðum í heiminum, sum einki heimland eigur. Teir halda til í hálendinum í marknalendinum ímillum Turkaland, Iran, Irak og Sýria. Kurdar hava leingi barst og berjast enn fyri at fáa egið ríki - Kurdistan.