Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Sýria


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Damaskus

Vídd: 185.180 km2

Fólkatal: 19.929.000

Almentmál: arábiskt

Átrúnaður: islam 90% og kristindómur 10%

Stýrirlag: einaræði, einflokkaskipan

Gjaldoyra: sýriskt pund (SYP)

Sýria

Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin Damaskus er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. rómverjum, arábum, grikkum og turkum. Eftir fyrra heimsbardaga varð Sýria franskt varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti Ísrael. Flestu sýrar eru muslimar og tala arábiskt. Stívliga helvtin av landinum er oyðimørk; men har eru eisini fruktagóðir áardalar.

Fjølbroytta søga Sýria sæst aftur í mongu fornminnunum úr gomlum stórmentanum. Í 3. øld e. Kr. var Palmyra blómandi karavanbýur við borgum, templum og leikhúsum; men rómverjar løgdu býin í oyði, tá ið fólkið sýtti fyri at geva seg undir rómverskt land. Palmyra er við eina grønu (oasu) í útryðjuni í Sýriaoyðimørk og er ein av best varðveittu fornaldarbýum í heiminum.

Marknaðir, nevndir souk, eru í øllum bygdum og býum í Sýria. Úr keypbúðum og vognum, ið eru sett upp í trongum gøtum, er alskyns vøra at fáa, krydd og grønmeti, teppi, prýði, flættaðar kurvar og kaffiketlar. Her er lívligt, og fólk koma úr øllum ættum at keypa og selja, hitta vinir og kenningar ogat tingast um, hvat vørur skulu kosta. Samanumtikið eru marknaðirnir annað enn bara keypsstaðir; teir eru týðandi miðdeplar í arábiskari mentan.

Flestir sýrar eru sunni-muslimar, ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. sjiar, ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr kristindóminum til sín. Til dømis halda teir bæði jól og páskir. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti.

Evfrat rennur ígjøgnum Landnyrðingssýria úr Turklandi til Iraks. Sýrar hava bygt eina ovurstóra byrging um ánna til tess at veita vatn á landbúnaðarlendi og fáa ravmagnsorku. Orkuverkini við byrgingina gera 75% av øllum ravmagni, ið Sýria nýtir. Stórt vatn — nevnt Assadvatn - er oman fyri byrgingina.

Ísrael tók Golanheyggjar í seks-dagakrígnum í 1967. Teir eru týdningarmiklir hermálsliga fyri Ísrael, tí haðan er gott útsýni oman yvir Jordandal. Ísraelar fáa eisini nógv drekkivatn haðan. Heyggjarnir hava verið høvuðssmál í friðarsamráðingum ímillum Ísrael og Sýria, og skotið hevur verið upp, at Golanheyggjar skulu vera avvápnað øki, og at Ísrael skal lata Sýria teir aftur.

Miðeystur

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarábia, ið er tætt við. Jerúsalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.