Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Libanon


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Beirut

Vídd: 10.400 km2

Fólkatal: 4.099.000

Almentmál: arábiskt

Átrúnaður: islam 70% og kristindómur 30%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: libanskt pund (LBP)

Libanon

Libanon er lítið land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Tað hevur mark ímóti Sýria og Ísrael. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.

Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin

Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil.

Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar.

Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum.

Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.

Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.

Miðeystur

Ímillum Evropa og Arabianes er landøki, sum verður nevnt Miðeystur; her eru londini Ísrael, Libanon, Jordan og Sýria. Tað var her, at nakrar av fyrstu mentanum í heiminum vórðu til, og tað var eisini her, at teir tríggir heimsátrúnaðirnir - jødadómur, kristindómur og islam, kyknaðu. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan; men fram við Miðjarðarhavi er lendið fruktabetri. Í øldir bardust arábar, kristnir krossfarar og turkar um valdið í hesum londum, og tað er ikki meiri enn øld síðan, at grundarlag var lagt undir tey lond, sum nú eru. Kríggj og borgarastríð hava í mong ár merkt hesi lond.

Mangir gamlir muslimskir býir eru átøkir í útsjónd. Mitt í býnum er høvuðsmoskan, ið oftast er størsta hús í býnum. Við hana eru onnur týdningarmikil hús og keypbúðir. Gøturnar, sum eru úr miðbýnum og at býarmúrinum, eru krókutar og smalar og skugga væl fyri sólini og líva fyri vindi og dustroki. Fyri ikki at verða órógvaður og hava heimalívið í friði, mega úthurðarnar ikki vera beint hvør yvir av aðrari í smølum gøtum.

Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Slættlendið undir fjøllunum í Libanon er fruktagóð kornjørð. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum.

Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum -395 m niðan sjóvar. Deyðahav er saltasta vatn í heiminum, og nógvastaðni standa saltstólpar upp úr vatninum. Eingin fiskur fær verið har; av tí er navnið komið. Runan fram við strondini skal verða ógvuliga góð fyri húðina.
 
Tríggir heimsátrúnaðir hava djúpar røtur í Miðeystri. Jødadómurin og kristindómurin tóku seg upp her, og islam kom tíðliga higar úr Saudiarábia, ið er tætt við. Jerúsalem er tískil halgur býur hjá trimum átrúnaðum. Halga Klettamoska hjá muslimum og halgi Grátimúrurin hjá jødum eru bæði á Tempultorginum.