Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika

Afrika

Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil er Sahara, størsta oyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, er tropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømis Atlasfjøll fyri norðan og Ruwenzorifjøll á markinum ímillum Uganda og Demokratiska Lýðveldið Kongo (Kongo - Kinshasa). Hægsta fjall í Afrika er Kilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall í Tansania. Fyri eystan er Stóri Rivudalur; har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eru Nilá, Nigerá, Kongoá og Zambeziá.

Stóri Rivudalur gongur sunnan úr Mosambik, ígjøgnum alt Eysturafrika og Reyðahav líka norður til Sýria. Í flestum støðum er hann 30-100 km breiður við brøttum líðum, sum eru upp í 2.000 m høgar. Dalurin varð til, tá ið stórar jarðarplátur sukku niður ímillum djúpar rivur í jarðarskorpuni. Rørslur djúpt niðri í jarðarskorpuni skapa spenningar í grundvøllinum, og at enda koma rivur í jørðina. Rivurnar verða til djúpar og langar umskaringar. Tá ið jarðarpláturnar søkka ímillum tvær brotrivur, verður ein rivudalur í landslagum. Í Eysturafrika fer dalurin í tveir dalar. Tað, sum eyðkennir Stóra Rivudal, eru gosfjøll, heitar keldur og mongu, stóru vøtnini. Milliónir av flamingoum koma á hvørjum ári til Turkanavatn og onnur vøtn í Stóra Rivudali at verpa og finna føði.

Viktoriuvatn er størsta vatn í Afrika og næststørsta vatn í heiminum. Vatnið er beint sunnan fyri Miðkring, ímillum Kenja, Tansania og Uganda. Tað er 69.484 km2 og 82 m, har tað er djúpast. Úr norðara enda á vatninum rennur Nilá. Nógvur fiskur er í Viktoriuvatni, og fiskiveiða hevur stóran týdning fyri fólkið, ið býr við vatnið.
 
Tríggjar stórar oyðimerkur eru í Afrika. Sahara er størsta oyðimørk í heiminum og er triðingurin av øllum heimspartinum í vídd. Fyri mongum túsund árum síðan var veðurlagið vátligt í Sahara. Men nú á døgum verða slavnu lágtrýstini, sum ganga inn yvir landið uttan av havi, steðgað av vindi innan úr oyðimørkini. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru, Namibiaoyðimørk og Kalaharioyðimørk í Útsynningsafrika. Hóast Namibiaoyðimørk er fram við strondina, er hon ógviliga turr og berlig.

Næststørsti regnskógur, eftir hann í Amasonlendinum, er í Miðafrika. Her er satt plantu- og dýrameingi, við sjáldsomum dýrum sum t.d. okapi. Her livdu eisini fleiri pygmefólkasløg, men nú hava flestu teirra sett seg niður sum búnaðarfólk, tí at skógirnir eru høgdir niður. Eitt av hesum fólkasløgum, mbutifólkið, livir enn sum áður í skógunum í útnyrðingspartinum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo (Kongo - Kinshasa).
 
Hægstu fjøll í Suðurafrika eru Drekafjøll. Fjøllini eru eystureftir á víðum, gluggaskapaðum hálendi, nevnt Stórhamarin. Á sulumáli eita Drekafjøll Quathlamba, sum merkir „tættar raðir av spískum spjótum". Hægsti tindur, Thaban Ntlenyana, er 3.482 m høgur. Hann er kavataktur um veturin.

Nigerá er triðlongsta á í Afrika. Úr Guinea-hálendi rennur áin 4.180 km ígjøgnum Vesturafrika og út í stóru Nigeroyrar. Nigerá fær vatn úr einum lendi, sum er tríggjar ferðir so stórt sum Frakland. Úr Nigerá verður vunnin vatnorka, og vatn verður veitt á landbúnaðarlendið fram við ánni. Flutningsmøguleikarnir eftir ánni eru avmarkaðir, tí nógvastaðni rennur hon stríð, og har eru mangir fossar.

Alt bendir á, at søga mannaættarinar tók seg upp í Afrika. Í Stóra Rivudali (eystara), sum gongur ígjøgnum Tansania og Etiopia, eru funnar beinagrindir av menniskjum, sum gingu upprøtt fyri 2 milliónum árum síðan. Fornfrøðingar halda, at tað var her, fyrstu forfedrar okkara livdu; og hiðan fóru fyrstu menniskjuni homo erectus (merkir upprættur maður) til onnur øki í Afrika og haðan til aðrar heimspartar.

Í Afrika búgva stívliga 1 milliard fólk - góður sjeyndapartur av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður-og vesturstrondina, helst í fruktagóðu áardølunum við Nilá, Nigerá, Kongoá og Senegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí, at mong børn verða fødd í flestum londum, samstundis sum, at færri doyggja, tí at heilsuviðurskiftini batna. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Í londum sum Kenja og Burundi eigur hvør kona 6 børn í miðal; hetta er nógv, borið saman við Evropa og Norðuramerika, har hvør kona eigur eitt ella tvey børn. Tað er siður og verður hildið at vera neyðugt at eiga so nógv børn, helst á bygd, har børnini hjálpa til í øllum arbeiði.

Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækadømi og vinnuloysi; onnur rýma undan borgarakríggi, turki og hungursneyð. 
 
Flestir afrikanar eru bøndur ella hirðar og búgva á bygd; men fólk flyta alsamt til býirnar, og nú býr fimtingurin av fólkinum í býum. Mesta býarfólkið er í Norðurafrika, av milliónabýum í Afrika kunnu nevnast Kairo í Egyptalandi, har búgva um 7 milliónir fólk, og var leingi fólkaríkasti býur í Afrika, Addis Abeba í Etiopia, Kinshasa í Demokratiska Lýðveldinum Kongo (Kongo - Kinshasa) og Johannesburg og Cape Town í Suðurafrika. Í útryðjunum í stórbýunum búgva mong fátæk fólk í ússaligum fátækrabýlingum.

Dýralívið í Afrika er ógvuliga fjølbroytt. Á alvíðu grasfløtunum ganga stór fylgi av sebra og gnýum á biti, altíð á varðhaldi fyri leyvum og gepardum. Har eru eisini fílar, strutsar og hálslangir giraffar, og í áum og blotum liggja áarross og baða sær. Í regnskógunum liva sjimpansa og gorilla, sum eru av rárastu dýrum í heiminum.