Malavi
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Lilongwe
Vídd: 118.480 km2
Fólkatal: 15.447.500
Alment mál:
chichewa og enskt
Átrúnaður:
kristindómur 80% islam 13% og aðrir 7%
Stýrislag:
fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: malaviskur kwacha (MWK)
Malavi
Eitt av teimum tryggastu og friðarligastu londunum politiskt í hesum parti í Afrika er Malavi, ið er á háslættanum í syðra enda á Stóra Rivudali. Tey seks størstu fólkasløgini semjast væl. Búskaparliga grundarlagið í Malavi er landbúnaður, men landið roynir at menna aðrar vinnur, t.d. matvøruídnaðin. Tey eru farnir at niðursjóða frukt og gera matolju, framgongd er eisini í námsvinnuni og øðrum ídnaði. Hóast viðurskiftini við grannalondini hava verið ring, tók Malavi ímóti meiri enn einari millión flóttafólkum, ið flýddu undan borgarakrígnum í Mosambik.
Mangir malaviar dyrka ikki meiri, enn teimum nýtist í húsarhaldinum. Tað, ið loypur av, verður selt á marknaðinum.
Tá ið Malavi tók sjálvræði, gjørdist Hastings Banda forseti í landinum og stýrdi mest sum einsamallur í 30 ár. Í stjórnartíð hansara menti landið seg nógv og kom væl áleiðis at gerast sjálvbjargið; men politisk andstøða varð ikki told, og mong fólk vórðu handtikin, pínd ella sett føst. Í 1993 varð fólkaræðiliga andstøðan ímóti Banda so sterk, at hann mátti leggja frá sær.
Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur í Malavi. Tubbak, te og sukur eru 85% av øllum útflutninginum, og 80% av fólkinum liva av landbúnaði. Til tess at leggja inn meiri dyrkilendi eru mýrar drenaðar og skógur ruddaður. Áir eru byrgdar og brunnar grivnir, so at vatn kann verða veitt á turru grasfløturnar. Oár kunnu koma fólkinum í Malavi ógvuliga illa við.
Slakur helmingur av landinum er skógur og skógarlendi, men nógvur skógur verður feldur til brenni og lagdur inn til dyrkilendi. Hvørki olja ella kol eru í Malavi, so vanligasta brenni er trækol, ið er brendur viður, brendur makliga og sleppur ikki at rúka. Nógv dyrkilendið verður lagt inn soleiðis, at skógur verður høgdur niður, eldur settur á trøini, og dyrkað verður í øskuni. Men lendið kann bara verða nýtt stutta tíð, tí at vindur og regn taka moldina burtur.
Malavivatn er meiri enn fimtingurin av víddini í Malavi. Tað er av størstu og djúpastu vøtnum í heiminum. Nógv verður fiskað í vatninum, og her eru fleiri enn 500 flskasløg. Mest verður veitt av fiskinum usipa, ið er átøkur sardin. Hann verður turkaður á strondini og seldur um alt landið. Hesin fiskur er týdningarmesti proteinkostur hjá teimum stívliga 15 milliónum (2010) fólkunum í
Malavi. Fiskimenn fanga fagurlittar fiskar, nevndir cichlid. Teir verða fluttir út og havdir í fiskabúrum um alian heim.
Heili 88% av fólkinum í Malavi búgva á bygd, og fáastaðni í Afrika hevur býarvøksturin verið so lítil. Mesta fólkið býr á láglendinum, kallað dambos, har jørðin stendur undir í vatni í regntíðini. Vanliga eru bygdirnar smáar, og bygdarfólkið nær skylt. Mótsett øðrum londum í Afrika liva størstu fólkasløgini í Malavi - chewas, nyanja, tumbuka, tonga, ngonis og yao - saman í sátt og semju.
Miðafrika - Eystari partur
Høg fjøll, djúpir dalar, rivur, gosfjøll og ovurstór vøtn skera seg ígjøgnum londini norðan úr Uganda og suður í Malavi. Hetta sermerkta landslagið er partur av ovurstórari rivu í jarðarskorpuni, nevnd Stóri Rivudalur. Hægsta fjall í Afríka er Kilimanjarofjall, eitt gosfjall, sum liggur í dvala í tí partinum av Stóra Rivudali, sum er í Tansania. Annars er mesta landslagið í hesum parti í Afrika slættar grasfløtur, nevndar savanna. Dýralívið á savannuni er tiltikið, og á hvørjum ári koma mong ferðafólk úr øllum heiminum at síggja tað. Hetta er vorðin týðandi vinna hjá londum sum Kenja og Tansania. Te og kaffi eru vorðin góð inntøka hjá teimum sjey londunum, ið eru her. Námsvinna og smáir bóndagarðar hava altíð havt stóran týdning, og aðrar vinnur taka seg upp nú.
Á savannuni veksur gult, sítt gras, onkustaðni 4 metrar høgt. Har regnar bara stutta tíð á árinum, og tí vaksa grasrøturnar ógvuliga djúpt niður í jørðina, at tær kunnu taka vætu úr jørðini í turrtíðini. Bløðini á akasiutrænum, sum er leyvtræ, eru næstan sum nálirnar á nálatrøum, so vatnið guvar ikki burtur. Baobabtræið goymir vatn í uppbólgnaða buli sínum. At verja landslagið og stórbæra dýralívið eru stór øki á savannuni friðað. Tvey av hesum stóru friðingarøkjum eru tjóðgarðarnir Serengeti í Tansania og Masai Mara í Kenja.
Stórir flokkar av giraffum, fílum, antilopum og sebrum reika um á savnnuni eftir beiti og vatni. Í hølunum á teimum eru altíð ránsdýr, gepardar, leyvur, leopardar, sum bíða eftir at taka tey veikastu dýrini burturúr. Skamt haðan bíða rægammar og sjakalar til reiðar at fáa sær ein bita av rænum.
Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt.
Te verður gjørt av blaðnum á terunninum. Hentararnir mega skotra seg fram ímillum tøttu runnarnar, at henta nýsprotnu bløðini; tí eru teir í gummisvintu.
Stóri Rivudalur er 7.000 km norðan úr Sýria í Asia og suður í Mosambik. Í nógvar milliónir ár hava rørslur ímillum tvær plátur í jarðarskorpuni skapað hetta stórsligna landslagið. Sumstaðni hava rørslurnar gjørt djúpar dalar við brøttum líðum, sum t.d. Maulíðirnar í Kenja. Aðrastaðni hava gosfjøll og rivugos gjørt stórar háslættar. Athiháslættarnir í Kenja vórðu soleiðis til.
Suður ígjøgnum allan Stóra Rivudal eru mong ovurstór vøtn; har er nógvur fiskur. Mong fólk liva her av fiskiskapi, mest verður fiskað í Albertsvatni, Malavivatni og Taganganyikavatni. Vanligasti reiðskapurin eru smá gørn, nót, rúsa og skutil.
Á láglendinum í eystara parti í Miðafrika, har avfallið er so lítið, at illa ber til at dyrka jørðina, liva flakkfólk, sum fara um hetta víðføra lendið eftir beiti og vatni við neyta-, seyða- og geitafylgjum sínum; summi teirra hava eisini kamelar og asnar. Í lendinum sunnan fyri Nairobi tætt við markið ímillum Kenja og Tansania halda masaiarnir til. Teir eru flakkfólk og halda sebuneyt. Høvuðskostur teirra er mjólkin undan kúnum og blóð. Blóðið tappa teir av neytunum við æðralating.
Masaikrígsmenninir og masaikonurnar ganga við stórum prýðum, vanligu prýðini eru perlukragar, stórir oyrnaríngar og kopararmbond. Flestu masaimannfólkini hava fleiri enn eina konu. Hvør kona hevur sini egnu hús og býr har saman við børnunum.