Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Fílabeinsstrondin


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Yamousoukro

Vídd: 322.463 km2

Fólkatal: 20.617.068

Alment mál: franskt

Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 63% islam 25% kristindómur 12% 

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)

Fílabeinsstrondin

Fílabeinsstrondin sigst vera eitt tað tryggasta landið í Afrika, bæði politiskt og búskaparliga. Ein av atvoldunum er, at landið hevði sama forseta, Félix Houphoue-Boigny, í 33 ár - 1960 -1993. Hann legði dent á, at landið skuldi flyta út ymiskar vørur, tí at tað er ein av fortreytunum fyri sterkum búskapi. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru kaffi og kakao. Bøndurnir dyrka eisini bummull, frukt og tubbak og hava eisini skógarvinnu. Fílabeinsstrondin gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960, tá hevði landið verið franskt hjáland í mong ár. Landið hevur enn nógv samband við Frakland.

Borið saman við flestu lond í Afrika er Fílabeinsstrondin rættiliga ríkt land. Ein ein av orsøkunum er, at myndugleikarnir hava lagt seg eftir, at bøndurnir dyrka ymiska grøði. Einki land í heiminum dyrkar so nógv kakao sum Fílabeinsstrondin - summi ár kemur 1/3 av øllum kakao haðan - men kapping úr Landsynningsasia kann fara at broyta hetta. Einki annað land í Afrika dyrkar so nógv kaffi, og teir dyrka eisini ananas og bananir.

Kúpan á størstu kristnu kirkju í heiminum dagar høgt upp um húsatekjurnar í lítla býnum Yamoussoukro, sum fyri stuttum varð gjørdur til høvuðsstað á Fílabeinsstrondini. Gamli forsetin, Boigny, hevði sjálvur eftirlit við arbeiðinum; kirkjan varð liðug í 1989. Hon var ovurdýr at byggja, men har eru 7.000 sessir, og í túninum fáa 350.000 fólk verið - tríggjar ferðir so nógv fólk, sum búgva í býnum. Funnist varð harðliga at forsetanum fyri at seta í verk so ræðuliga dýra bygging í einum landi, har enn er stórt fátækadømi.

240 km sunnanfyri høvuðsstaðin liggur Abidjan. Hesin nýmótans havnabýurin við glampandi háhúsum er størsti býur í landinum. Í Abidjan eru nógvir snøggir mótahandlar og fínar matstovur, ið eru merkt av franskari ávirkan og minna um, at landið hevur staðið undir Fraklandi. Mangir bankar í Abidjan og aðrar fyritøkur húsast í háhúsunum uppi á heygnum í býnum. Abidjan var høvuðsstaður á Fílabeinsstrondini til 1991, tá ið Yamoussukro gjørdist høvuðsstaður.

Fyrr vóru stórir skógir á Fílabeinsstrondini. Har vaks nógvur dýrur viður, sum t.d. íbinholt og mahogni. Nú er næstan eingin skógur eftir. Í mong ár var skógarvinna álitið í búskapinum, og nógvur viðarútflutningur var hildin at vera ein av útvegunum at vinna á uttanlandsskuldini. Stórir skógir vórðu høgdir niður og lendið lagt inn til kaffi- og kakaolundir. Nú verður roynt at bjarga tí skógi, sum eftir er, og farið er eisini at gróðurseta trø.

Fleiri enn 60 fólkasløg eru á Fílabeinsstrondini, og samanumtikið liva tey friðarlaga saman. Eitt av hesum fólkum er danfólkið, djúpt inni í skógunum fyri vestan. Tey eru gitin fyri at duga væl at skera í træ og gera m.a. træskortar, sum limirnir í serligum loyniligum felagsskapum brúka, so at eingin skal vita, hvørjir teir eru. Bara limirnir í hesum felagsskapum sleppa at dansa styltudansin hjá danfólkinum.