Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Kjad


Lyklatøl

Høvuðsstaður
N'Djamena

Vídd: 1.284.000 km2

Fólkatal: 10.329.208

Alment mál: franskt og arabiskt

Átrúnaður:
islam 50% kristindómur 25% aðrir 25%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)

Kjad

Stórir partar í Kjad eru Saheløki. Sahel er turra, heita økið ímillum Saharaoyðimørkina fyri norðan og savannuna fyri sunnan og tvørtur um alt Afrika. Her er javnan turkur, og tað hevur verið Kjad ein vanlukka, tí landbúnaður er mestsum einasta vinna, ið er. Ófriðarligt hevur verið í landinum, og seinastu 30 árini hava verið eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir; fleiri ferðir hevur eisini verið borgarakríggj.

Norðari partur í Kjad er heilt norður at arabiska Norðurafrika, tí er mentanin í landinum blandingur av arabiskari og afrikanskari mentan. Fleiri enn 100 mál verða talað. Eitt av fjølmongu fólkasløgunum í Kjad er arabisk-muslimska fólkið, kanembo, ið er eitt av flakkfólkunum í Norðurkjad.

Kjadvatn var fyri øldum síðan ovurstórt vatn og var langt inn í tað, ið nú eru Kjad, Kamerun, Niger og Nigeria. Fyrr runnu stórar áir í vatnið, men seinastu 10.000 árini er veðurlagið vorðið turrari, áirnar eru nógv minkaðar ella tornaðar upp, og vatnið fjarar alsamt. Hetta ger, at nógv minni matur er til fólkið, sum livir av at fiska í vatninum. Tá ið vatnið fjarar, verður undanfjaraða lendið, sum tíðin líður, vátlig og fruktagóð jørð.

Nógv frukt og grønmeti verða dyrkað í fruktagóðu jørðini fram við Kjadvatni, t.d. grasker. Tá ið skalið er turkað, verður tað ofta skorið út og prýtt við útskornum myndum og málað.

Miðafrika

 

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.