Kamerun
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Yaoundé
Vídd: 475.440 km2
Fólkatal: 18.879.301
Alment mál: franskt og enskt
Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 25% islam 22% kristindómur 53%
Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)
Kamerun
Í hesum øki, sum hevur havt stórar trupulleikar, síðan tað loysti frá hjálandaharrum sínum, hevur Kamerun gingist betur enn flestum londum her, skilagóðum stjórnarpolitikki fyri at takka. Sum í grannalondum sínum fyri sunnan, Gabon og Kongo, hevur landið vunnið nógvan pening av olju og hevur brúkt hann at menna ídnaðin. Mong fólkasløg búgva í Kamerun, og landslagið er margbroytt. Við strondina er slættlendi, og har regnar illa, norðari er hálendi og minni avfall, og norðast er ein smalur geiri heilt norður at mýrunum við Kjadvatn.
Fleiri enn 130 fólkasløg og ættarbólkar eru í Kamerun, og fáastaðni í Afrika eru so mong fólkasløg og mentanin so fjølbroytt. Fyri norðan eru muslimsk flakkfólk, t.d. fulaniar; fyri sunnan eru skógarfólk, ið trúgva á afrikanskar náttúruátrúnaðir. Flestu fólk eru trúfastir bøndur, ið halda neyt og dyrka nóg mikið til egna nýtslu.
Flestir bøndur í Kamerun velta bæði til sín sjálvs og at selja; hava tað, vit rópa sjálvbjargnisbúnað og marknaðarbúnað. Í Norðurkamerun, har lítið avfall kemur niður, er vanligt at dyrka hirsu. Hirsa, ið er korn, veksur væl, hóast jørðin ikki er so góð, og veðurlagið er rættiliga turt. Hirsa verður m.a. nýtt til at bryggja øl. Tá verður kornið turkað og malið og latið í stórar krukkur og sett at gera. Í Kamerun hava tey eisini lagt seg eftir at dyrka fjølbroytta marknaðargrøði at flyta út, t.d. kaffi, oljupálmar og bananir.
Eftir at hava staðið seg væl í kappingum um afrikameistaraheitið og í heimsmeistarakappingini, er kamerunska landsliðið í mansfótbólti vorðið eitt tað besta í Afrika. Fólkið í Kamerun er heilt burturhugað í fótbólti, og bæði í matarløtum og um kvøldið eftir arbeiðstíð spæla fólk fótbólt allastaðni, har lendið er so frægt slætt, at tey fáa spælt.
Skógarvinnan í Kamerun vindur upp á seg. Har eru stórir skógir, og landið flytur út íbinholt, mahogni og tekk. Ein meinbogi fyri skógarvinnuna er, at vegakervið er vánaligt, og í regntíðini er næstan ikki framkomandi. Mestu inntøkurnar í Kamerun eru av olju og øðrum náttúrutilfeingi, t.d. aluminiums-málmi, jarni og gulli.
Allastaðni í Kamerun hoyrir tú tónleik, sum verður leiktur á alskyns fólkatónleikaraljóðføri. Best umtókta kamerunska tónleikagreinin er makossa, sum er blandingur av rútmukendum afrikonskum tónleiki og soul-tónleiki, ið er óførur at dansa eftir. Makossa er yndistónleikur fólksins í øllum Miðafrika.
Miðafrika - vestari partur
Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.
Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.