Gabon
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Libreville
Vídd: 267.670 km2
Fólkatal: 1.514.993
Alment mál: franskt
Átrúnaður:
kristindómur 80% afrikanskir átrúnaðir og islam 20%
Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: CFA frankur (XAF)
Gabon
Báðumegin miðkring, har nógv avfall er alt árið, er Gabon; tríggir fjóðringar av landinum eru regnskógur. Mesta inntøkan í landinum er av oljuvinnuni, men skógarvinnan er eisini nógv vaksin í seinastuni. Nógva tilfeingið skuldi gjørt, at Gabon var ríkt land, so er ikki, og fólkið er fátækt. Høvuðsatvoldin er lutvíst, at tá ið Gabon fekk sjálvstýri í 1960, tók einflokkastjórn valdið. Stjórnin stýrdi illa og søplaði burtur peningin í landinum. Í 1990 fekk Gabon fólkaræðiliga stýrisskipan.
Libreville merkir á fronskum "frælsur býur", og býurin, ið nú er høvuðsstaður í Gabon, varð grundaður í 1849 sum frístaður hjá leyslatnum trælum. Fronsk ávirkan eyðkennir býin, tí at Gabon gjørdist franskt hjáland í 19. øld. Nú er Libreville lívligur, nýmótans stórbýur; har er nógv virksemi; men ovurstórur munur er á fátækum og ríkum.
Miðafrika
Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.
Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.