Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Niger


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Niamey

Vídd: 1.267.000 km2

Fólkatal: 15.306.252

Almentmál:
franskt

Átrúnaður: 
islam 85% afrikanskir átrúnaðir 14% aðrir 1%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
CFA frankur (XOF)

Niger

Stóra landið Niger er umgyrt av øðrum londum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Týdningarmesta samferðsluleið er Nigerá, ið er einasta stóra á í landinum. Tey flestu av teimum stívliga 15 milliónum fólkunum í Niger búgva í turra sahel-lendinum, ið gongur sum ein smalur geiri tvørtur um syðra part í landinum. Norðan fyri sahel er stóra og ómilda Sahara, har tuaregarnir búgva. Lítið annað náttúrutilfeingi enn uran er í Niger. Tað veitti landinum góða inntøku í 1980-árunum. Flestu fólk eru kortini fátæk og lívbjarga sær við at halda húsdýr ella dyrka jørðina í tí lítla lendi, ið er nýtiligt til landbúnaðarlendi.

Turkurin, sum javnan hevur verið í Norðurniger síðstu árini, hevur gjørt, at mangir tuaregar hava mist fenað sín og liva ikki longur sum flakkfólk. Mangir eru farnir suðureftir at fáa mat og arbeiði. Nú tuaregar eru vorðnir búfastir, eru summir teirra farnir at stríðast fyri, at teir skulu hava egið ríki.