Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Lesoto


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Maseru

Vídd: 30.350 km2

Fólkatal: 1.919.552

Alment mál:
sesotho enskt

Átrúnaður:
kristindómur 80%, afrikanskir átrúnaðir 20%

Stýrislag:
Fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: loti (LSL)

Lesoto

Kongsveldið Lesoto inni í Suðurafrikalýðveldinum, er fjallaland, og tað er einasta land í Afrika, har alt lendið er hægri enn 1.000 metrar oman sjóvar. Týdningarmesta tilfeingið er vatn; síðst í 1990-árunum var byrja at byggja stóra vatnorkuverkætlan, ið enn er í gerð,  við tí endamálið at gera Lesoto sjálvbjargið við ravmagni og selja Suðurafrikalýðveldinum nógv vatn. Til hon er liðug er Lesoto búskaparliga bundið at ríka grannalandi sínum.

Væl ber til at halda geitir í hálendinum í Lesoto. Mest hava teir angorageitir, tí at angoraull er nógv eftirspurd, bæði til klæði og annan vevnað.