Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Namibia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Windhoek

Vídd: 824.292 km2

Fólkatal: 2.165.828

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 80-90% (katolikkar 50% og protestantar 30-40%) afrikanskir átrúnaðir 10-20%

Stýrislag:
lýðveldi

Gjaldoyra: namibiskur dollari (NAD)

Namibia

Namibia, sum áður var týskt hjáland, kom undir Suðurafrikalýðveldið í 1915 og varð verandi suðurafrikanskt hjáland til 1990. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið; Namibiaoyðimørk, ið er fram við allari strondini og Kalaharioyðimørk eystast í landinum. Í Namibia eru nógv steinsløg, og nógvur fiskur er fram við strondini.

Mesta fólkið í Namibia býr á háslættanum norðarlaga í landinum. Her býr t.d. ovambo-fólkið í innigirdum bygdum, nevndar hraal. Himbafólkið býr vestari í karga lendinum ímóti Angola. Tey eru bæði búfastir bøndur og flakkfólk. Tey halda neyt og fáa mjólk undan teimum og kjøt og húðir av teimum til klæði o.a. Fleiri neyt bóndi eigur, mætari er hann.

Namibia er av størstu námsvinnulondum í Afrika; har er nógv kopar og tin og mong onnur steinsløg. Diamantar eru eisini. Størsta urannám í heiminum er í Rössing í Namibiaoyðimørk miðskeiðis í landinum. Namibia er eisini næststørsta blývinnuland í heiminum.