Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Sierra Leona


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Freetown

Vídd: 71.740 km2

Fólkatal: 5.132.138

Alment mál: enskt

Átrúnaður: afrikanskir átrúnaðir 60% islam 30% kristindómur 10% 

Stýrislag: lýðveldi við grundlóg

Sierra Leona

Í 1787 tóku bretar hetta landøkið og stovnaðu eitt ríki, ið varð ætlað leyslatnum afrikonskum trælum. Soleiðis fekk høvuðsstaðurin, Freetown, navn sítt. Enn eru nakrir eftirkomarar eftir hesar trælir; teir verða nevndir kreólar. Fjølmentastu fólkasløgini eru mendafólkið fyri sunnan og temnafólkið fyri norðan. Seinastu árini hevur stríð ímillum ættarbólkar elvt til borgarakríggj. Sierra Leona er av fátækastu londum í heiminum, og tríggir fjórðingar av fólkinum liva av landbúnaði.

Týdningarmesta útflutningsgrøðin eru kakao, kaffi, nøtir og pálmakjarnar (fræ, ið olja verður vunnin burturúr). Høvuðsgrøði er rís, sum verður dyrkað í áardølunum. Fjallarís verður dyrkað í dalslíðunum, og mýrirís í dølunum, sum standa undir í vatni í regntíðini. Roynt hevur verið at vaksið og ment rísgróðurin - til dømis við at fella skógin í mangrovumýrunum og leggja lendið inn til rísmarkir.

Nógvu steinsløgini í jørðini í Sierra Leona hava gjørt námsvinnu til týðandi vinnu, og teir útvinna eina mest av diamantum. Mekanisk amboð verða nýtt til útvinningina, men gimsteinarnir verða eisini høgdir úr klettunum við hond og skolaðir fram í áunum. Onnur steinsløg til útflutnings eru jarnmálmur, bauxit (sum aluminium verður gjørt úr) og rutile (sum titanium verður gjørt úr).

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.