Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Demokratiska Lýðveldið Kongo


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Kinshasa

Vídd: 2.345.410 km2

Fólkatal: 68.692.542

Alment mál: franskt

Átrúnaður:
kristindómur 70% afrikanskir átrúnaðir 10% og islam 10% aðrir 10%

Stýrislag: lýðveldi

Gjaldoyra: kongo frankur (CDF)

Demokratiska Lýðveldið Kongo

Demokratiska Lýðveldið Kongo hevur mark ímóti níggju londum. Tað er næstan avbyrgt frá sjónum, bara ein lítil nasi er út ímóti sjónum við ósan í Kongoá. Kongoá er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Síðan Demokratiska Lýðveldið Kongo sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Demokratiska Lýðveldið Kongo er av fátækastu londum í heiminum.

Demokratiska Lýðveldið Kongo er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingarmynstur. Eitt nú verða høvdingaskortar gjørdir. Tá ið høvdingurin er í honum, fær hann part av máttinum, ið er í einum miklum anda.

Fram við allari Kongoá eru havnir og handilsstaðir. Handlar, ið selja bátaútgerð og landbúnaðaramboð, eru síð um síð við marknaðir, hagar fólk úr bygdunum við ánna koma at selja vørur sínar. Marknaðir eru ikki bara á landi. Mong fólk selja grønmeti og feskan fisk beinleiðis úr bátinum.

Fólkið her nevnir Kongoá Zaireá. Hon er av longstu áum í heiminum; átøk einum øvutum hestaskógvi rennur hon ígjøgnum alt Demokratiska Lýðveldið Kongo og er týdningarmesti flutningsvegur í landinum. Kongoá rennur fyrst norður um og síðan suður um aftur Miðkring. Fólk sigla á ánni bæði við maskinbátum og holaðum viðarbulum. Sumstaðni eru stórir bátar riggaðir til sum sjúkrahús ella drykkjustovur. Nógvur fiskur verður veiddur í ánni og etin, og fram við allari ánni er fruktagóð landbúnaðarjørð.

Stór byrging er løgd um Kongoá við býin Inga. Stórt orkuverk er gjørt við byrgingina.

Námsvinnan í Demokratiska Lýðveldinum Kongo verður helst støðið undir betri korum í framtíðini. Har eru ovurstórar kopar-, kobolt-, gull-, silvur- og uranlindir, og í havbotninum er olja. Koparvinnan er ógvuliga týdningarmikil vinna; men tá ið koparprísurin fall í 1970-árunum, kom tað landinum so illa við, at tað fór á húsagang.

Miðafrika

 

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.