Skip to main content

Strutsur

Strutsur1(lat. Struthio; da. Strudsteaching business english assignment help reading and writing essay different types of business plan dissertation ecole et education thesis on guidance services hw help write winning scholarship essays sat critical thinking) er størsti fuglur, ið nú livir — so høgur, at maður røkkur ikki at nerta við høvdið á honum. Kroppurin er tungur — tyngri enn ein miðalmaður — hann orkar als ikki at flúgva. Men so mikið raskari er hann at renna. Beinini eru long og sterk; ilskógvurin er trútnaður upp til ein harðan vøl. Einar tveir favnar fetar hann í hvørt lopið, so ikki skjótasti hestur er mentur at elta hann, tá ið rásin ikki er heilt long.

Hann livir á sandi og grasfløtum í Afrika og haðani nakað inn í Asia. Eggið vegur ½2nað kg, so nógv sum 24 høsnaregg. Steggin er kolsvartur við blóðreyðum hálsi, og hevur stórar hvítar dúnfjaðrar í veingjum og veli. Hesar glitrandi hvítu fjaðrarnar eru avbara vakrar og dýrar, og tí hevur strutsur frá gomlum døgum av verið nógv veiddur. Seinni fóru menn at hava nakrar tamar; tá ið tað ráddi um at koma ein veg í bræði, spentu teir ein fyri vogn ella settu seg upp á bakið á honum. So lærdu teir, at tað loysti seg væl at halda struts eftir fjøðrunum, og nú er strutsahald ein vinnuvegur í mongum londum.

1) Strutsadeildin hevur stórar og sterkar føtur, oftast bara 2 ella 3 tær. Veingirnir eru so ússaligir, at fuglarnir orka ikki at flúgva.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.