Vípa
Vípa (lat. Vanellus vanellus L; da. Vibe) er til støddar nakað sum bládúgva. Hon hevur mangar litir, omaná mest morgrøn, framman dimmblá, í neðra hvít; vongurin er korkalittur oman fyri knúgvan og svartur ytst; undir velinum er hon vakurt brondut. Best kennist hon av tí langa toppinum á nakkanum. Tó at veingirnir eru kubbutir, er hon bæði lættfloygd og skjótfloygd; ofta ger hon knøpp køst og vendingar í flognum. Hon eigur víða um Europa og Asia. Eggini eru 4, grønlig ella brúnlig við svørtum blettum. Kemur fólk fram at reiðrinum, leikar hon í sum eitt ørt uttanum; hundar og krákur rýkur hon á uttan fyrilit.
Í Føroyum síggjast tær stundum vár og heyst, borandi í bønum eftir sniglum og reyðmøðkum. Áður vistu menn so at siga einki um, at vípa hevði átt í Føroyum, nú í hesum seinnu árunum hevur tað ikki verið so sjaldsamt. Dámligt hevði tað verið, um hesin hugnaligi fuglur kom fyri álvara at byggja hjá okkum.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Vaðfugladeildin
Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.