Skip to main content

Álka

Álka (lat. Alca torda L; da. Alk) líkist lomviga á liti bæði summar og vetur — tað mesta, ið brýtur av, er ein hvít strika frá eyganum fram í nevið, og á barkanum er hon brúnlig. Nevið er svart við hvítari striku tvørturum og við króki á endanum. Hon eigur í flestu londum her uttanum, bæði norðanfyri og unnanfyri. Gongulagið hevur hon ringt,  
men flogið er gott, og sera røsk er hon á sjónum, kann kava niður á meir enn 30
favna dýpi og vera 3 minuttir undir. Hon livir í bjørgunum um somu leið sum lundin. Ofta eiga tey bæði nær hjá hvørjum øðrum, og vanliga semja tey væl. Bústaðin hevur hon mest í rivum og gjótum, helst undir einum steini ella skorti, so hon fær ligið turr. Reiður ger hon einki, eggið liggur á berum gróti ella eyri. Sum flestu bjargafuglar verpur hon eittans egg, hvítt við svørtum blettum. Pisan er bleikgrá um høvur og háls, dimm næstan svørt omaná.

Álkan verður drigin og fleygað saman við lunda. Yvirhøvur er heilt lítið til av henni; tó eru berg, hvar maður kann fleyga eitt stórthundrað, hendir seg hálvtannaðhundrað ein dag. Við býti verða 3 álkur mettar móti einari lundavørðu (t. e. 5 lundar) og móti einari lomvigakneppu (2 lomvigar), og yvirhøvur eru tær allar nakað javnar í tyngd, um 2 kg hvør. Á ólavsøku eru álkurnar farnar á sjógvin. Pisurnar kennast frá, av tí at tær eru hvítar framman á hálsinum og hava nógv klænri nev við ongari striku á ella afturfrá.

Móti vetri fara tær flestu suðureftir; summar halda seg úti á havi, summar inni við hálendsku og fronsku strendurnar, og inni á øllum norskum firðum eru tær at síggja. Ikki so fáar eru um Føroyar allan veturin. Tá eru bæði ungar og gamlar hvítar framman á hálsinum. Nakað verður tá skotið av teimum, og ta tíðina eru tær frálíka feitar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.