Skip to main content

Kalkun

Kalkun (lat. Meleagris gallopavo; da Kalkun) er minni enn páfuglur, men nógv størri enn gás. Vøkur er hon ikki, mest grálitt, ber um barkan og høvdið; og niður úr nevrótini hongur ein langur bláreyður døttur og slettist. Fyrndarheim hennara er í Amerika, men tí at hon er hentur fuglur, ala tey hana nú víða um verð.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.