Skip to main content

Pingvin

Pingvin (lat. Pingvinus sp.; da. Pingvin) er ikki so ólík gorfugli í útsjónd. Nógv eru sløgini, størri og smærri, men øll eru tey minni enn gorfuglur. Fjaðrarnar eru avbara stuttar, eisini á veingjunum, so teir eru heilt ónýttir til at flúgva við, meira líkir bøkslum enn veingjum. Tær liva í meingi suðuri í kaldasta Íshavinum. Mest halda tær seg á sjónum, men fara stundum upp á ísin at spáka. Flestu av teimum hava ikki sæð fólk, og koma skipsmenn á land, so fara tær tætt til teirra at forvitnast. Taka teir tá í veingin á teimum, lata tær seg vinaliga leiða. Ungarnir eru lættir at ala, teir verða sera alsknir, og summir elta eigarmannin sum hundar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.