Tjaldursgrælingur
Tjaldursgrælingur (lat. Arenaria interpres L; da. Stenvender) er væl størri enn sjógrælingur. Um summarið er hann eyðkendur av tí skjóruta litinum. Bringa, hálsur og tað mesta av høvdinum er stórflekkut svart og hvítt, bak og veingir stórflekkut dimmbrúnt og reyðbrúnt; í neðra er hann hvítur. Vetrarfuglurin og ungfuglurin eru eisini búkhvítir, men annars mest svartir við gráum ella hvítum strikum. Teir ungu eru tá eyðkendir av einum sjónskum bleikgulum liti hvørjumegin á hálsinum, teir gomlu hava henda sama litin, men so káman, at hann stundum er ringur at síggja.
Tað er ein fuglur, sum livir so at siga um allan heim. Um summarið eigur hann norður á Íslandi, Grønlandi, Finnmørkini og haðan eystur, líka til Kyrrahavið møtir; um veturin er hann í Suðureuropa, Afrika, Suðuramerika, India, Australia og víða um oyggjarnar í Kyrrahavinum. Her hjá okkum er hann tættastur fyrra partin á sumri, og so aftur frá gomlu ólavsøku til út um veturnætur.1)
Mest heldur hann seg niðri í fjøruni, ofta saman við sjógrælingum og grágrælingum, har hann titar á sínum stuttu beinum og við nevinum skumpar upp smásteinar, skeljar og tara til at finna marflugur og annað kykt. Eisini fer hann ofta niðan í bøin og hagan at bora sær eftir ormi.
Í vakstrarlag og atburði líkist hann nógv tjaldri; og tá ið hann er so langt burtur, at støddin er ring at ætla og litirnir ikki skiljast, hevur hann ikki so sjaldan verið kendur fyri fjaldur.
1)t.e. veturnáttardag 14.okt.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Vaðfugladeildin
Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.